Blaðstjórin á Novaja Gazeta handtikin í Russlandi

Hann er handtikin fyri at hava "diskrediterað" - ella skrivað niðrandi um - russiska herin.

Vinstru megin, Sergej Solokov, saman við Gazeta-stovnaranum, Dmitrij Muratov.

Ábyrgdarblaðstjórin á óheftu russisku ávísini, Novaja Gazeta, Sergej Sokolov, er handtikin í Russlandi.

 

Tað veit ávísin sjálv at siga.

 

Sergej Sokolov er handtikin fyri at hava "diskrediterað" - ella skrivað niðrandi um - russiska herin.

 

Eftir russisku innrásina í Ukraina, sum ávísin hevur funnist harðliga at, rýmdu fleiri av starvsfólkunum á  Novaja Gazeta úr Russlandi.

 

Hinvegin varð Sergej Sokolov verandi í Russlandi, tí tað var her, hann vildi arbeiða. 

 

Nú veit ávísin at siga, at ábyrgdarblaðstjórin er handtikin.

 

 

 

 

 

Vinstru megin, Sergej Solokov, saman við Gazeta-stovnaranum, Dmitrij Muratov.