Amerikanski uttanríkisráðharrin, Antony Blinken, fer at royna at varðveita góð viðurskifti við kinesisku stjórnina, tá hann um vikuskiftið fer á sjáldsama vitjan í Kina.
Amerikanarar vilja eftir drúgva kreppu fáa viðurskifitini við Kina á rættkjøl aftur og fáa í lag samstarv.
Blinken lendir í Beijing fríggjadagin, váttar amerikansk embætisfólk.
Vitjanin hjá uttanríkisráðharranum skal »í minsta lagi minka vandan fyri feilútrokningum, so vit ikki stýra ímóti eini møguligari ósemju«.
Tað sigur tann við høvuðsábyrgd fyri asiatiskum viðurskiftum í amerikanska uttanríkisráðnum, Daniel Kritenbrink.
Blinken skuldi longu í februar vitjað Kina. Ta ferðina við tí máli at minka um spenningin millum londini bæði.
Men ein kinesisk luftballón, sum fór av kós yvir USA steðgaði teirri vitjaninin.
Sambært amerikonsku stjórnini var talan um eina njósnaraballón, og hon varð skotin niður, tá hon var farin tvørtur um landið. Sambært Kina var tað eitt óhapp, at hon kom inn í amerikanskt loftrúm.
Men tað er ikki bara luftaballónin, sum hevur koyrt krús í maskinaríið millum londini.
Í fleiri ár hava spurningar sum Taiwan, handil og mannarættindi skat stórar spenningar millum tey bæði londini.
/ritzau/AFP
Amerikanski uttanríkisráðharri, Antony Blinken, og kinesiski uttanríkisráðharrin, Qin Gang, hittast um vikuskiftiði Beijing. - Foto: Andrew Caballero-Reynolds, Noel/Ritzau Scanpix