Blokkerar alt um hann ikki fær Suðuroyartunnilin

– Vit skulu hava Suðuroyartunnilin, ella vera onnur mál ikki framd, soleiðis er tað bara

 

Soleiðis segði tingmaður Javnaðarfloksins av Tvøroyr, Bjarni Hammer, í Løgtinginum í gjár, tá Suðuroyartunnilin aftur var á skrá.

Bjarni Hammer segði tá, at Suðuroyartunnilin skal erast, og at hann skal gerast nú, legði hann dent á.

Tað skrivar dimma.fo

 

Bjarni Hammer vísti á, at fleiri tinglimir eru í Suðuroy, og standa teir saman, so má Suðuroyartunnilin gerast.

– Vit skulu hava Suðuroyartunnilin, ella vera onnur mál ikki framd, soleiðis er tað bara, legði hann afturat.