Blottari avdúkaður

Politiið hevur tikið ein 39 ára gamlan mann, sum hevur viðgingið at hava víst fyri børnum

Mikudagin ringdi ein danskur skúlaleiðari, sum er í Føroyum við einum skúlaflokki, til politiið og boðaði frá, at ein maður í tveimum førum hevði víst fyri næmingunum.
Hetta var við húsið hjá Kongshavnar Kvinnufelag á Glyvrum, har flokkurin gisti.
Sama dag varð maðurin tikin.
Hann játtaði sina gerð, og at hann eisini hevði víst fyri nøkrum gentum í Havn.
Maðurin er 39 ára gamal og býr á Skálafjørðinum.