Á midnátt fekk MRCC í Havn fráboðan frá einum fólki, sum helt seg hava sæð eina neyðrakett onkustaðni ímillum Stongina í Nólsoy og Eystnes í Eysturoy.
MRCC sendi tyrluna at leita og hon hevur síðani leitað rættiliga víða, men tey hava einki funnið.
Eitt skip, sum er á leiðini, hevur eisini havt eyguni við sær, men heldur ikki tey hava varnast nakað óvanligt.
Yvirhøvur er tað eingin annar, enn hetta eina fólki, sum hava sæð nakað óvanligt, men, tá ið slík boð koma, verða tey altíð tikin í álvara og tað varð eisini gjørt í hesum føri.