Boðberin

Harra blaðstjóri, hýs mær hesi viðmerking í samband við sendingina »Á Vetrarbreytini« mánadagin 11. januar 1999 í útvarpinum

Sendingin viðgjørdi »Boðberarastøðuna« hjá fjølmiðlunum.

Í hesum sambandi varnaðist eg, at støðan hjá tí, sum átti boðini, als ikki varð lýst í sendingini.

Eg skal í hesum sambandi gera vart við, at eg í egnum persóni, við fullum navni, gjørdi nýtslu av boðberarastøðuni hjá blaðstjóranum á Oyggjatíðindum, Dan Klein.

Hetta var á sumri 1992, eftir at danski staturin hevði tiltraðkað artikkul 10 í ST-samtykini um mannarættindi. Danski staturin tiltraðkaði artikkul 10 á vári 1992, og er tað hesin artikkul, ið gevur talifrælsi við ábyrgd hjá einkulpersóni, og sum í hesum føri setti blaðstjóran í boðberarastøðuna.

Eftir at eg hevði úttalað meg í blaðnum, um tann órætt, ið eg, saman við mínari familju hevði verið fyri av rættinum, og av advokatum, eisini av egnum advokati, Dánjali Magnussen, meldaði sorenskrivarin, Joen H. Andreassen, skeivan persón.

Hann valdi at melda boðberan, nevniliga blaðstjóran á Oyggjatíðindum, Dan Klein.

Hetta gjørdi eg beinanvegin vart við, og fekk hetta blaðstjóran á Sosialinum at fáa sorenskrivaran at gera viðmerkingar til støðuna í blaðnum.

Viðmerkingarnar hjá sorenskrivaranum dekkaðu tríggjar síðir, har sorenskrivarin svínaði bæði meg og blaðstjóran á Oyggjatíðindi niður í sand og øsku í Sosialinum.

Av somu orsøk kravdi eg at fáa pláss í Sosialinum til tær »sjoflu« skuldsetingarnar, sum sorenskrivarin, móti betri vitan, hevði sett fram.

Men Sosialurin noktaði mær at svara sorenskrivaranum aftur, og sostatt breyt blaðið artikkul 10 í mannarættindakonventiónini, tá blaðstjórin bert eigur rolluna sum boðberi.

Seinni, tá Dan Klein blaðstjóri, skuldi skuldsetast, møtti eg upp á politistøðini, saman við blaðstjóranum, og kravdi av kriminalpolitistinum Georg Otthamar, at hesin skuldsetti meg fyri tær skuldsetingar, eg hevði sett fram í Oyggjatíðindum, tí í veruleikanum vóru tað míni orð, blaðstjórin varð skuldsettur fyri at hava sagt.

Men eg varð avvístur fyri aðru ferð.

Tá so Dan Klein - gjøgnum rættin verður ákærdur, fór eg vegna blaðstjóran við eini kæru til rættin, har eg gjørdi vart við, at sorenskrivarin, Joen H. Andreassen var inhabilur, samstundis sum eg kravdi, at ákæran ímóti blaðstjóranum, eisini kom at umfata meg, tá tað vóru míni orð, ið ákæruvaldið nú kravdi, at blaðstjórin á Oyggjatíðindum skuldi mortifisera.

Eitt krav, sum tað tekniskt ikki letur seg gera, tí blaðstjórin onki átti í hesum skuldsetingum í móti sorenskrivaranum.

Tá sorenskrivarin sá meg í Føroya rætti, bleiv hann »totalt svakur«. Hann »sjinkaneraði« meg niður í sand og øsku, og fortaldi mær hvussu lítil persónur eg var, og at eg als ikki var greiðir yvir hvørjum eg stóð upp í móti o.s.v., o.s.v.?

Seinni hevur sorenskrivarin yvirfyri »tí serliga klagurættinum« viðurkent, at hann sá svart fyri sær, og væl kundi havt sagt tað sum hann varð endurgivin fyri at siga, tí hann var so illur, at hann visti onki til sín.

T.v.s., at sorenskrivarin soleiðis viðurkendi, at hann var meira ella minni svakur.

Fyrst tá hetta mál kom fyri rættin í 1994 viðurkendi sorenskrivarin, at hann var inhabilur í øllum málum viðvíkjandi mær.

Tá hevði hann eisini kunnað verið dómari í øllum mínum viðurskiftum í tvey ár, og soleiðis hevndi hann seg inn á meg.

Í hesari sakini í móti mínum boðbera, Dan Klein, blaðstjóra, fekk eg sum kelda fyrihildið vitniábyrgd í staðin fyri rættindini hjá einum ákærdum, tí tað var eg sum átti at sitið á ákærubeinkinum og ikki blaðstjórin.

Í staðin fyri varð eg av rættinum niðurgjørdur sum vitni, uttan at eg fekk møguleika fyri verju.

Blaðstjórin bleiv dømdur 40 dagar í fongsul sum mín boðberi, men bleiv hetta mál skotið inn fyri Landsrættin. Tá tók eg og kravdi av rættinum, ákæranum og verjanum, at mín mentala støða varð kannað, sum ein avleiðing av at boðberin bleiv dømdur.

Men tá hetta krav ikki varð eftirlíkað av rættinum, fór eg sjálvur út á psykiatrisku deild á Landssjúikrahúsinum, har August Gabriel Vang, sálarfrøðingur, gjørdi innleiðandi kanningar av mínum persóni; síðani gjørdi Árni Olsen restina av kanningini, sum staðfesti, at eg var egnaður til revsing.

Hesa psykiatrisku váttan sendi eg til verjan, ákæruvaldið og rættin, og royndi soleiðis at gera mítt til, at blaðstjórin kundi frídømast, tí hann bert var boðberin.

Aftur í Landsrættinum varð eg innkallaður sum vitni. Tá fór eg fram til skrankan og handaði landsrættar formanninum, Jens Lunø, hesa psykiatrisku váttan.

Landsrættarformaðurin sprakk nærmast upp undir loftið í illsinni og vildi ikki síggja slíka váttan í sínum rætti.

Síðani dømdi hann blaðstjóran 60 dagar í fongsul, sum ein annar mannarættindabrotsmaður.

Tað er nevniliga soleiðis, at hevði blaðstjórin á Oyggjatíðindum nýtt eina keldu, sum var óegnað til revsing, so átti hann at verðið ákærdur í eini heilt aðrari revsisak, har revsingin var nógv harðari.

Líka mikið hvør hevði verið verji hjá blaðstjóranum, so skuldi hann dømast, tí eg hevði nomið við nøkur ógvuliga grundleggjandi viðurskifti í teirri donsku rættargangslógini, nevniliga teir kollegialu- og advokatorisku spælireglarnar, sum sambært rættargangslógini, paragraf 126 ganga fram um áhugamálini hjá klienti. Somu reglur mátti verjin hjá blaðstjóranum ganga undir, tí var munurin av dómsviðgerðini í Føroya Rætti og í Landsrættinum so ymiskur, og komst hetta av, at verjin hevði fingið átalu frá Advokatráðnum.

Hetta eru viðurskiftir, blaðstjórin á Oyggjatíðindum hevur verið noyddur at liva við og undir, tá hann hevur fingið sínar sakir dómsviðgjørdar. Bert ein góð fyrireiking kann fyribyrgja slíkum.

Ein veruleiki er tað, at rættarkervið hjá okkum er tannleyst.

Hetta er dømi um einastu sak um boðberan, sum hevur verið roynd í Føroyum, har keldan ongan áhuga hevði fyri ákæruvald ella dómsvald, sum hvør í sínum lagi, heldur valdu ikki virða mannarættindakommissiónina.

At enda skal upplýsast, hetta lesarabræv verður sent til: Dimmalætting, Sosialin, Oyggjatíðindi og Dagblaðið fyri at fáa staðfest, um vit, sum keldur óbeinleiðis eru undirlagdir »berufs-verboten«.

Var eg ikki farin út í Oyggjatíðindi við mínari støðu, so sótu vit - eins og móður mín, ikki í egnum húsi, vegna tær revsirættarligu gerðir okkara fyrrverandi advokatur, Dánjal Magnussen o.a. hava framt í móti okkum.

Við vón um, at føroyski fjølmiðlaheimurin virðir kelduna, eins og tað danska ákæru- og dómsvaldið eisini virðir kelduna og boðberarastøðuna.


Tórshavn 11.01.1999

Bergur Wardum