Tað var beint áðrenn klokkan 11 gjáramorgunin, at fráboðan kom um, at eldur var í smoltstøðini hjá Hiddenfjord á Fútakletti. Boðini vóru, at har var nógvur roykur, og at øll vóru komin út. Tey visti ikki, hvar eldurin var.
Øll tilbúgvingin varð send avstað. Men tá komið varð á staðið var eldurin sløktur. Tað vísti seg, at tað brendi í eini eldós uppi undir takinum í einum av bygningunum, og orsøkin var skammlop sigur vaktleiðarin á politistøðini.
Eitt sindur av materiellum skaða var, men eingin fólkaskaði, og eingin skaði á smoltini, sigur vaktleiðarin.











