Hon var dóttir Annu og Jógvan Isaksen. Mamman var ættað úr Uppistovu á Trøllanesi, og pápin var úr Beiti í Lorvík. Hann var skipari og átti Atlantsfarið saman við Kjølbro. Bodil vaks upp og gekk í skúla í Klaksvík, og har búði hon alla sína tíð.
Hon giftist við John Simonsen, sum er sonur Giddu og Jens Christian í Toft, og tey búsettust á Gørðum. Tey bygdu sær hús har, men seldu tey nøkur ár seinni til kommununa, sum síðani hevur brúkt tey til læknaviðtaluhøli. Bodil og John keyptu í staðin húsini hjá Veru og Símuni á Gørðum, sum var beiggi John. Helst gjørdu tey tað, tí at hesi húsini lógu nærri við veg, og at tað tí var høgligari at røkja hýruvognskoyring haðani.
John hevur koyrt bil meginpartin av lívinum, og tað var so eitt av størvunum hjá Bodil at passa telefonina, tá fólk ringdu - alt samdøgrið - at biðja um hýruvogn. Frægari var, tá John seinni fór at koyra lastbil, tí lastbili var sjáldan brúk fyri á náttartíð.
Høvuðsstarvið hjá Bodil gjørdist at passa hús og heim og mann og børn og telefon. Men summi tíðarskeið arbeiddi hon úti. Hon stóð í handli í nøkur ár, og tá hon var komin nakað upp í árini, arbeiddi hon í nøkur ár á flakavirkinum á Kósini.
Hon var av arbeiðssamastu fólkum og hartil blíð at koma inn til. Nær knýtt at Brøðrasamkomuni gjørdi hon eisini sítt í Betesda og Zarepta. Hon hevði annars nóg mikið at takast við heima, tí børnini vóru ikki so fá. Bodil og John fingu hesi børnini:
Jógvan (Egga) er giftur við Áslu, f. Klein. Tey eiga børnini Mary, Bjørg og John.
Kjartan er giftur við Sonju, f. Høgnesen. Teirra børn eru Elsa, Bjørn, Bodil og Erla.
Anna er gift við Kára Müller. Tey eiga børnini Heidi, Beintu, Lars, Jonny, Ann Kari, Mariu og Randi.
Elisabeth er gift við Árna Jacobsen, og tey eiga Alex, Jónu og Rana.
Unn er gift við Elfinni Tróndheim. Teirra børn eru Lisa, Joan og Bogi.
Bjørn var yngstur av børnunum hjá Bodil og John. Hann doyði av sjúku 7 ára gamal.
Bodil og John fingu 16 langommu- og langabbabørn.
At gerast minnisveikur er sjúka, sum tykist at gera alt meira um seg í samfelag okkara. Bodil var eitt av teimum fólkunum, sum fyri nøkrum árum síðani varð rakt av hesi sjúku. Tey seinastu árini var hon á Norðoya Ellis- og Røktarheimi.