Bodil Udsen farin

Ein av fólkakærastu sjónleikarunum í Danmark er farin. Bodil Udsen gjørdist 83 ára gomul Hon varð rópt fyri the Grand Old Lady innan danskan sjónleik, og hetta kom nú ikki av ongum.

Gjøgnumbrotið á pallinum fekk hon longu í 1956, tá hon hevði høvuðsleiklutin á Helsingør Revyen, og í leiklutinum sum Emma í Huset på Christianshavn vann hon seg inn í flestu donsku hjørtuni.

Og síðani hevur hon staðið ovarliga, tá tosað hevur verið um danskar sjónleikarar. Hon hevur móttikið hópin av virðislønin fyri avrik síni. Og ikki minst varð hon upplagdi móttakarin, tá serliga BG heiðurslønin varð latin á fyrsta sinni í 1998. Hendan hevur seinni broytt navn til ársins Reumert.