Russland: 25 eru deyð í spreinging á verksmiðju

Russland hevur hækkað talið av deyðum í eini spreinging, sum var fríggjadagin á einum framleiðsluvirki, upp í 25 fólk.

Bjargingarfólk kanna grót á einum framleiðsluvirki, sum varð rakt av eini deyðiligari spreinging í síðstu viku. Myndin er úr einum videobroti, sum russiskir myndugleikar deildu sunnudagin. - Mynd: Russiska neyðhjálparmálaráðið/Reuters

Tað skrivar tíðindastovan Reuters út frá fráboðanum frá russiska borgaraverju- og neyðhjálparmálaráðnum á sosialu miðlunum týsdagin.

Hendingin fór fram í Ryazan-landslutinum í landinum.

Ráðið sigur, at í minsta lagi 25 fólk lótu lív í spreingingini.

Samstundis eru 158 fólk í løtuni fráboðað sum særd, og tað er eisini ein vøkstur frá teimum 134, sum vórðu fráboðað við skaða mánadagin.

Guvernørurin í Ryazan, Pavel Malkov, segði fríggjadagin, at spreingingin var elvd av eldi, sum kyknaði á einum verkstaði á verksmiðjuni. Orsøkin til eldsbrunan er ikki kunngjørd enn.

/Ritzau/