tár í ringrás
nema eigaran
sum ikki grætur
Soleiðis stendur í fyrstu yrkingini í nýggja yrkingasavninum eftir Petur Jensen, Ongin sól er til. Og sum oftast eru yrkingarnar partur av hesari ringrás av mótsetningum og mótsagnum. Her eru tár, men eingin grætur. Her er ein sjúklingur, sum einki feilar. Her er lív, her er ein verð, men eingin sól er til. Hetta kann tykjast dapurskygt. Men tað skaldið sigur, verður sagt við vissu. Yrkingarnar eru settar saman av stuttum reglum, sum mynda langar streymar yvir síðunum, eins og standmyndir, ið eru við at rapa. Einki í hesari verð er trygt, og vit kunnu einki vita. Byrjanin verður avnoktað, og endin vrakaður. Og »einki« stendur fram sum ein spegilsmynd av »alt«. Men hetta veit skaldið ið hvussu er, og tað verður sett fyri lesaran á ein hátt, sum fær ótryggleika at broytast til vissu. Í yrkingunum er ofta ein persónligur í ítøkiligur kristindómur til staðar, sum t.d. í Við grøv Judasar. Skaldið fer aftur til ta tíðina, har alt gekk fyri; tað regnar/á grøv Judasar. Ella gongur alt fyri seg á okkara tíð? Tað kann eisini vera. Skaldið hevur onga ræðslu fyri fyribrigdum, hugtøkum og spurningum, sum kunnu tykjast fløkt ella háfloygd. Alt møtist eg¹ið, Jesus og judas. Og alt gongur fyri seg á sama stigi. Formurin er einfaldur og reinur. Í yrkingunum megnar hann at skapa sjónir av møtum og hendingum í staðin fyri at fløkja seg inn í metaforur. Ofta eru brot av yrkingum eins og aforismur, sum lesarin kann bera við sær:
men kanska eru dreymar
lítið annað enn
trilvanin eftir at vakna
og ikki vita um
vit hava sovið
Judas fær sær navnabroyt-ing. Og tú, ið stendur har við skuldarkenslu, kyssir bøðilin í speglinum farvæl. Eingin sól er til, minst av øllum um dagin.
Tað, ið verður sagt, verður kanska ikki beinleiðis avnoktað. Eingin fatan av verðini, lívinum ella trúnni er meira røtt enn ein onnur. Alt hevur (minst) tvær síður. Og bøðilin, hvør er tað? Tú sjálvur. Hann sæst í speglinum, eins og Judas, ið var fyrsti sjálvmordari, skaldið kendi.
Hetta er gott, heilskapað og búgvið yrkingasavn. Tað er sterkt og fult av áræði og humor. Tað er myrkt. Ja, sjálvandi, men í hesum myrkri er eisini ljós. Ongin sól er til er ein bók, ið eigur at lesast og livast við. Hon mótmælir øllum tulkingum av sær. Tann svenski rithøvundurin Birgitta Trotzig hevur einaferð sagt: »Eg lesi ikki bøkur fyri at eg skal mentast. Eg lesi, tí eg skal eta tær«. Og Ongin sól er til er góður kostur.
Tað skal eisini sigast, at perman er óvanliga ljót og keðilig, og hóskar illa til eina so góða bók.
skrivað hevur
Anna Mattsson
tikið úr Oyggjaskeggja
nr. 5, juni 1997