Fyrsta bind av føroysku málsøguni kemur nú út.
Føroysk málsøga I verður at fáa á Bókadøgunum í Norðurlandahúsinum um vikuskiftið og í handlunum í næstu viku.
Føroysk málsøga er tann fyrsta av sínum slag. Her er talan um eitt verk í fimm bindum, har granskarar úr ymiskum londum viðgera føroyskt søguliga í tíð og rúmi.
Í fyrsta bindi, sum kemur nú, verður neyvt komið inn á byrjanina til føroyskt, bæði hvaðan tað stavar, hvørji mál tað er í ætt við, hvussu tilvitskan um føroyskt vaks fram, og hvat fólk framhaldandi halda um málið.
Í bindi tvey verður víst á tíðarskeið í føroyskari málsøgu og føroyska mállæruskriving. Eisini eru innari broytingar frá norrønum til føroyskt nágreiniliga viðgjørdar.
Í triðja bindi verða málførini kannað og eisini málamót millum føroyskt og onnur mál.
Fjórða bind verður um málideologi, hvussu skriftmálið vaks fram og málið í samfelagnum. Eisini verður komið inn á stílløg.
Verkið er sostatt tematiskt í fýra pørtum, sum eru byrjanin, innari broytingar, variatión og málamót og so ytri broytingar.
Í fimta bindi verða orðafrágreiðingar og samlaðir fólkanavna-, leitorða- og bókmentalistar.
Føroysk málsøga er ætlað øllum, ið hava áhuga fyri evninum. Tekstirnir eru lættlisnir, hóast teir eru vísindatekstir um ymisk evni. Bókarøðin umboðar eina breidd av vísindaligum tekstum um føroyska málið, ið ikki er sædd á prenti áður, og vendir sær til ein breiðan málbólk.
Tað er Nám, sum gevur Føroyska málsøgu út.
Høvuðsritstjórar eru Hjalmar P. Petersen og Christer Lindqvist. Í ritstjórnini eru Jógvan í Lon Jacobsen, Zakaris S. Hansen og Sissal M. Rasmussen. Ritstjóri á Námi til bind 1 er Sigfríður Sólsker. Til hini bindini verður Maria Heradóttir ritstjóri á Námi.
Ole Wich hevur gjørt permuna, har flísarnar symbolisera Føroyar. Liturin blóðreytt er valdur, tí málsøga er eitt tað mest passioneraða í føroyskari mentan yvirhøvur.











