Børnini hertaka Ovara vøll í Gundadali

Í morgin fara 650 børn í høvuðsstaðnum at dystast í Gundadali

Í morgin, Fríggjadagin 13. juni verður eitt stórt ítróttartiltak á Ovara Vølli í Gundadali.

Tá fara øll børn sum eru í frítíðarskúla skipanini hjá Tórshavnar kommunu at dystast á ymiskum rørslu kappingum.

 

Dagurin byrjar klokkan 13.45 tá ið Ruth Vang, deildarleiðari á barna- og ungdóms deildini hjá Tórshavnar kommunu, setir OL dagin, sum tey kalla tað.

Og beint eftir setanina fara børnini at dystast.

 

Børnini eru býtt sundur í bólkar við10 - 12 børnum í hvørjum bólki.

Børnini sleppa at royna seg á ymiskum breytum og vallum, og eitt nú sleppa tey at royna seg í hocky, tey sleppa at koyra mánabilar og tey sleppa at royna seg í ymsum óvanligum liðkappingum.

 

Tey sleppa eisini at dystast í indianarbólti og ymiskum øðrum leikum áðrenn tiltakið endar umleið klokkan 15.30.

Hetta er fjórða árið á rað, at skipað verður fyri rørsludegi.