FM pør finala
Bridge
Finalan um FM heitið í bridge fyri pør var leygardagin í Bridgehúsinum í Havn. 16 pør høvdu ognað sær rætt til luttøku í finaluni. Spælast skuldu 15 umfør á 5 spøl. Hesin háttur er ikki royndur áður, og sigast má, at hann royndist sera væl.
Klokkan 10:00 varð lagt til brots, og liðugt var at spæla umleið kl 21:00. Í einari finalu er altíð torført at útnevna favorittar, og soleiðis var eisini hesu ferð. Vit eiga nógv javnt sterk pør, og kappingin gjørdist eisini avbera spennandi. Símin Lassaberg og Árant Berjastein, sum vunnu semifinaluna so suverent, byrjaðu væl og lógu á odda eftir tey fyrstu umførini. Sum kappingin leið vóru tað kortini trý onnur pør, ið fóru frá feltinum. Teir ungu eysturingarnir Pól Egholm og Magni Jøkladal lógu fremstir tað mesta av kappingini við Boga Simonsen og Niels Nielsen tætt í hølinum. Eisini Árni Dam og Marner Joensen vóru væl við til tað síðsta. Í næstseinasta umfari fingu Bogi og Niels eitt ordans hál og fóru framum. Støðan helt sær í tí seinasta umfarinum, so at Bogi og Niels vunnu kappingina og føroyameistaraheitið. Nr 2 gjørdust Pól og Magni, og Árni og Marner fingu triðja pláss.
Bogi vann fyri tveimum árum síðani FM kappingina fyri pør saman við Arna Mikkelsen, og eisini Niels hevur roynt hetta áður, men so skulu vit eisini aftur til 1977, tá hann vann FM pør saman við Eyðuni Jensen.
Fyrireikararnir av kappingini, FBS og annað gott hjálparfólk, skulu hiðani fáa stórt rós fyri væl skipaðar kappingar í seinastuni. Serliga tað, at tíðirnar vóru væl hildnar, gleddi leikararnar. Men eisini á annan hátt kom FBS væl frá tiltakinum, m.a. høvdu tey áskoðaravinarlig barometer við úrslitum og kortfordeilingum á.
At ein skal hava undanvind fyri at vinna eina slíka kapping, vita allir bridgespælarar. Tað er hetta spælið eitt gott dømi um. Jóannes Mouritsen og Heðin Mouritsen meldaðu í hesum spælinum ein góðan slemm, 6rú. Men?
AQJ K10976
J987 AK6
AQ65 K1032
Q10 8
Eitt gott meld, hugsaði Jóannes, tá ið hann sá borðið, tí 6sp hevur ikki góðar møguleikar at vinna. Men tá tað vísti seg, at rútarin sat 5-0 ímóti, hevði kontraktin ongan møguleika og fór tveir niður.
Fyri at fáa góð spøl í einum stórum felti, mást tú ?gambla? av og á. Hetta spælið kom í næstseinasta umfari. Bogi og Niels spældu ímóti Oddmari Danielsen og Einari Ellingsgaard.
Hondin hjá Boga:
97
9653
D1074
KB8
Makkarin, Niels, opnaði við 1sp, og Oddmar meldaði 2rú inn. Hann var einsamallur í hættu. Hvat skuldi Bogi nú melda? Í einum liðdysti hevði tað verið lætt at dupla 2rú via eitt kravpass, men í einari parakapping kann tað kosta nógv. Bogi valdi kortini at royna tað. Hann meldaði pass (kravpass), Niels duplaði, og úrslitið varð, at 2rú duplaðir fóru tveir niður, og føroyameistararnir fingu 500 inn. Spælið gav ein tvíbýttan topp +6 á barometrinum, tí eisini Jóannes Mouritsen og Heðin Mouritsen duplaðu Hans Jacob Petersen og Arnbjørn Sivertsen í somu kontrakt. Alt spælið sá soleiðis út:
V/NS
KQ4
2
AJ982
A754
AJ865 97
AKQ7 9653
63 Q1074
Q2 KJ8
1032
J1084
K5
10963
Sum kortini sita, kunnu EV vinna 8 ella 9 stikk í einari hjartarakontrakt. Mótspælið skal altíð hava eitt stikk í kleyvara, tvey í rútara, eitt í hjartara og eitt í spaðara.
FM pør finala
Úrslit
Spæld vóru 75 spøl
Miðal er 0
nr par stig
1 Bogi Simonsen ? Niels Nielsen 139
2 Magni Jøkladal ? Pól Egholm 120
3 Árni Dam ? Marner Joensen 86
4 Jóannes Mouritsen ? Heðin Mouritsen 49
5 Árant Berjastein ? Símin Lassaberg 23
6 Rói á Rógvu Joensen ? Allan Dal-Christiansen 13
7 Hans Jacob Petersen ? Arnbjørn Sivertsen -3
8 Dia Jacobsen ? Jógvan Ranghamar -6
9 Reimund Langgaard ? Bjarki Johannesen -20
10 Henriette Svenstrup ? Ingibjørg Hansen -24
11 Hans Egil Joensen ? Edmund Joensen -32
12 Eybjartur Danielsen ? Hallberg Arnfríðsson -34
13 Oddmar Danielsen ? Einar Ellingsgaard -69
14 Øssur Winthereig ? Luitjen Apol -74
15 Mortan Rasmussen ? Finn Ougaard -84
16 Zakaris Joensen ? Salomon Joensen -87
Kappingarárið hjá FBS er nú liðugt, men FM kappingin fyri kvinnupør, sum fyrr í vetur varð avlýst vegna ov lítla undirtøku, verður ætlandi spæld okkurt av teimum komandi vikuskiftunum.
Eisini hava vit tvær altjóða kappingar við føroyskari luttøku at síggja fram til. Norðurlendska kappingin fyri steypavinnarar verður í Rottneros í Svøríki 11. - 13. mai. Føroyar verða umboðaðar av Símin Lassaberg, Árant Berjastein, Árni Dam og Marner Joensen.
Í juni verður unglinga NM í Svøríki. Spælt verður í Trelleborg í Suðursvøríki í døgunum 17. - 23. juni. Á føroyska unglingalandsliðnum leika Reimund Langgaard, Arne Mikkelsen, Magni Jøkladal, Pól Egholm, Gunnar Mouritsen og Høgni Vesturklett.
Spennandi verður at síggja, hvussu hesi bæði liðini fara at klára seg í hesum sera hørðu kappingunum. Norðurlendskir bridgespælarar teljast avgjørt millum teir fremstu í heiminum, so tað skal spælast væl, um vit skulu hava nøkur góð úrslit í hesum kappingunum.
Vit kunnu so ikki annað enn bara ynskja teimum góða eydnu. Á heimasíðuni hjá Havnar Bridgefelag (www.bridge.fo) verða lagdar slóðir til hesar kappingarnar, so øll kunnu fylgja við, hvussu leikur fer.