Bókadeildin leitar eftir høvundum og myndprýðarum

Høvundar og myndprýðarar sum hava tilfar til Mína Jólabók 2024, skulu seta seg í samband við Bókadeildina áðrenn 15. mars

Mín jólabók er komin út síðan 1950, hon er á hvørjum ári millum best seldu bøkur í Føroyum, onkuntíð útseld. Í bókini eru upprunaføroyskar søgur og myndprýðingar, einstakar týðingar og jólaítriv. Málbólkurin er umleið 7-10 ára gomul børn.

 

Í fjør fekk Mín jólabók Barnamentanarheiðursløn Tórshavnar býráðs, har tað eitt nú í grundgevingini verður sagt, at «Jólabókin er krúnan á árligu barnabókaútgávuni».

 

Treytir verða ikki settar til innihaldið, uttan tað at tað er hóskandi til aldursbólkin. Søgan skal ikki verða longri enn 8.000 eindir, tá ið alt er íroknað.

 

Tey sum ynskja at myndprýða skulu senda Bókadeildini myndatilfar við telduposti at meta um.

 

Bæði royndir og óroyndir rithøvundar og myndprýðarar eru vælkomnir at senda Bókadeildini tilfar. Samsýning verður latin fyri tilfar, sum kemur við í bókina.

 

Freistin at lata søgu og yrking er 28. apríl.

 

Tilfar skal sendast til ritstjórnina á teldupost: turid@bfl.fo