Bókaútgáva: Øll lúgva fyri leiðaranum

Nýggj bók avdúkar tað, vit ikki siga á arbeiðsplássum

Tíðindaskriv:

 

Hví siga vit ikki alt, sum vit vita? Og hví velja bæði starvsfólk og leiðarar so ofta at pakka veruleikan inn – ella lata vera við at siga nakað yvirhøvur?

 

Hetta eru kjarnuspurningar í nýggju bókini “Alle lyver for lederen – om sandhedens skrøbelighed”, sum nú verður løgd fram í Havn.

 

Mikudagin 22. apríl kl. 19.00 verður bókaframløga í hølunum hjá Føroya Lærarafelag, Pedda við Stein gøta 9. Øll áhugað eru vælkomin.

 

##med2##

Bókin setir orð á eitt kent, men ofta tigandi fyribrigdi: at arbeiðspláss ikki bara eru merkt av opinleika og fakligum samskifti, men eisini av lygn, hálvsannleikum og tí, sum ongantíð verður sagt. Tað snýr seg ikki einans um beinleiðis ósannindi, men eisini um tað, vit velja at halda aftur, tað sum verður mildað, og tað sum verður lagað til fyri at passa inn í skipanir og relasjónir.

 

Við støði í gransking, praksisroyndum og ítøkiligum dømum vísir bókin, hvussu hetta ikki er undantakið – men ofta ein natúrligur partur av arbeiðslívinum. Samstundis setir hon spurning við, hvat tað ger við álitið, samstarvið og leiðsluna, tá sannleikin støðugt verður tillagaður.

 

Bókaframløgan verður eisini eitt høvi til kjak og íhuging:

 

Hvussu kunnu vit arbeiða við einum arbeiðslívi, har minni verður fjalt? Og hvat krevst, um vit vilja hava meira opinleika – uttan at missa tryggleikan í relasjónunum?

 

##med3##

 

Á kvøldinum verður høvi at hoyra meira um tankarnar handan bókina, seta spurningar og taka lut í kjakinum. Eisini verður møguleiki at keypa bókina fyri serprísin 67 krónur.

 

Tiltakið er opið fyri øllum.