Viðhaldsfólk hjá fyrrverandi forsetanum í Brasilia, Jair Bolsonara, hava í dag trokað seg inn á ráðharrastovu og í tjóðartingsbygningin í høvuðsstaðnum í Brasil, Brasilia.
Tað vísa sjónvarpsmyndir, sum tíðindastovan Reuters hevur fingið frá bólkum, sum stuðla Bolsonaro.
Sambært sjónvarpststøðini Globo og CNN Brasil hava nøkur mótmælisfólk eisini trokað seg inn í forsetaborgina eins og bygningin, sum hýsir landsins hægstarætti.
Við forsetaborgina – Planalto – náddu nøkur Bolsonaro viðhaldsfólk upp á fjórðu hædd, skrivar Globo.
Forsetin, Luis Inacio Lula da Silva er í São Paulo í dag, upplýsa embætismenn sambært Reuters.
Við tjóðartingsbygningin eru fleiri Bolsonaro-viðhaldsfólk farin upp á eina rampu og víðari upp á eitt tak, vísa video frá staðnum.
Brasilska løgreglan brúkar táragass fyri at steðga teimum mongu hundrað Bolsonaro-viðhaldsfólkunum.
Økið við tjóðartingið er avbyrgt, men Bolsonaro-viðhaldsfólkini trokaðu seg ígjøgnum avbyrgingarnar.
Nógv teirra vilja ikki viðurkenna valsigurin hjá Luis Inacio Lula da Silva á Bolsonaro.
##med2##
##med3##
##med4##
Myndir og videoir á sosialum miðlum vísa eina gula og grøna mannamongd, sum loypur á tjóðartingsbygningin. Mong teirra hava brasilska flaggið á hondum.
Myndirnar minna ikki sørt um hendingarnar í USA 6. januar í 2021, tá viðhaldsfólk hjá táverandi forsetanum Donald Trump lupu á Kongressina í Washington D. C. at mótmæla valsigrinum hjá Joe Biden.
Lula varð tikin í ei sum forseti 1. januar. Bolsonaro var tveir dagar framman undan farin av landinum. Hildið verður, at hann er í Florida í syðra parti av USA – sum eisini er heimstaður hjá Trump.
Brasil hevur verið merkt av ófriði eftir forsetavalið 30. oktober.
Bolsonaro hevði mánaðirnar fram til valið sátt iva um hvussu álítandi valskipanin var.
Politiskir eygleiðarar hava langtsíðani givið Bolsonaro eyknevnið »Tropurnar Trump«, tí at politiskt eru teir báðir høgravendu fyrrverandi forsetarnir so líkir.
/ritzau/
##med5##
##med6##
##med7##
##med8##
##med9##
##med10##
##med11##
##med12##
##med13##
##med14##
##med15##
##med16##
##med17##
##med18##
##med19##
##med20##
##med21##
##med22##
##med23##
##med24##
##med25##
##med26##
##med27##
##med28##