Herfyri frættist, at kenda sangkvinnan Bonnie Tyler var løgd í eftirgjørt óvit, tí skurðviðgerð í tarmunum eftir øllum at døma ikki gekk sum ætlað.
Seinni frættist, at tá læknarnir skuldu vekja hana úr óvitinum, fekk 74 ára gamla sangkvinnan hjartastøðg.
Tað eydnaðist læknum at fáa Bonnie Tyler til lívs aftur eftir hjartasteðgin, vita útlendskir miðlar at siga.
Tyler er innløgd á sjúkrahúsi í Portugal, og konsertir skuldu ætlandi verða á Malta og aðrastaðni í Europa í næstum.
Hetta eru nakrir dagar síðani, men einki er síðani frætt um støðuna hjá sangkvinnuni úr Wales, ið er nógv spæld í Føroyum.
Í 2006 luttók Bonnie Tyler á MjúS tónleikafestivalinum á Sandi.











