Innleiðandi HM-bólkur H hevur longu staðið fyri tveimum heldur óvæntaðum úrslitum.
Mánakvøldið stríddu Grønhøvdaoyggjar (Kap Verde) seg til minniligan og søguligan 0-0 javnleik móti sponsku evropameistarunum.
Í seinna dystinum í bólki H megnaði Uruguay heldur ikki at liva upp til greiðu favorittstøðuna móti Saudiarabia á Hard Rock leikvøllinum í Miami. Dysturin endaði við javnleiki 1-1.
Fýra minuttir undan steðginum legði Abdulelah Al-Amri Saudiarabia 1-0, tá hann fangaði ein returbólt hjá uruguaynska málverjanum, Fernando Muslera.
Burtursæð frá hendinga saudiskari roynd á málið hjá Uruguay, so var tað allarmesta av seinna hálvleiki eitt stórt uruguyanskt trýst á saudiska málið. Saudisku verjuleikarnir og málverjin stríddust manniliga fyri at verja leiðsluna, men í 80. minutti fangaði Maximiliano Araújo ein returbólt og beindi hann í netið.
Uruguay trýsti fyri at leggja seg á odda, men Saudiarabia hóraði undan og fekk eitt kærkomið stig.
Uruguay hevði bóltin 67 prosent av tíðini, og teir høvdu 10 royndir innanfyri málrammurnar, og tí er talan um stórt vónbrot hjá HM-vanda liðnum.
Saudiarabia-Uruguay 1-1 (1-0)
1-0 Abdulelah Al-Amri ('41 )
1-1 Maxi Araujo ('80 )
HER ber til at síggja hæddarpunktini frá dystinum.
Sunnudagin klokkan 17 spæla Spania og Saudiarabia dyst á Mercedes Benz leikvøllinum í Atlanta. Sama kvøld klokkan 23 spæla Uruguay og Grønhøvdaoyggjar á Hard Rock leikvøllinum í Miami.











