Amerikanski herurin leyp á á venezuelanska høvuðsstaðin, Caracas, og fleiri landslutir leygarnáttina lokala tíð.
Samstundis vórðu forsetin í Venezuela, Nicolas Maduro, og kona hansara tikin til fanga og flogin av landinum, boðar amerikanski forsetin, Donald Trump, frá á sínum egna sosiala miðli, Truth Social.
Fleiri heimsleiðarar hava sagt sína hugsan um álopið. Les nakrar av teimum her.
* Forsetin í Argentina, Javier Miel, sum er nærmasti sameindi Trumps í økinum, hevði undan álopinum funnist at Maduro og lagt video og útsagnir út á sosiala miðil X, har hann talaði fyri álopinum.
* Avstralia heitir á allar partar um at stuðla samrøðum og diplomati fyri at tryggja støðufesti í økinum og forða fyri eskalering, sigur forsætisráðharrin í landinum, Anthony Albanese, í eini fráboðan.
- Vit stuðla framhaldandi altjóðarætti og einum friðarligum, demokratiskum umskifti í Venezuela, sum endurspeglar viljan hjá venezuelanska fólkinum, sigur hann.
* Vinstravendi forsetin í Brasil, Luiz Inacio Lula da Silva, fordømir álopini á Venesuela, skrivar hann í eini fráboðan.
- Bumbuálopið á venezuelanskt øki og handtøkan av forsetanum fer yvir eitt óhóskandi mark, sigur hann.
* Nývaldi forsetin í Chile, Jose Antonio Kast, sum kom til valdið við at lova at basa fólkaflyting og brotsverkum, skrivar í einum uppslagi á X, at handtøkan av Maduro er góð tíðindi fyri økið.
- Nú byrjar ein størri uppgáva: Stjórnirnar í Suðuramerika mugu tryggja, at alt skipanarapparatið letur valdið frá sær og verður ført til ábyrgdar, sigur Kast, sum verður tikin í eið 11. mars.
Fráfarandi forsetin í Chile, Gabriel Boric, fordømir álopið.
* Vinstrahalli forsetin í Kolumbia, Gustavo Petro, hevur í einum uppslagi um X upp á tað harðasta fordømt álopið. Petro hevur áður skeldast alment við Trump og hevur eisini verið hóttur av amerikanska forsetanum.
– Kolumbiska stjórnin vísir aftur áganginum móti fullveldinum í Venesuela og Latínamerika, stendur í fráboðanini.
* Kuba, sum er ein tættur sameindur hjá Venezuela, fordømir tað, sum tað kallar "statsligur yvirgangur móti tí djarva venezuelanska fólkinum".
Á tíðindafundi við Trump leygardagin segði amerikanski uttanríkisráðharrin, Marco Rubio, at "um eg búði í Havana og var í stjórn, so hevði eg bara verið eitt sindur stúrin".
* Danska forsætisráðfrúan, Mette Frederiksen, skrivaði leygarkvøldið í stuttari fráboðan á X, at stjórnin fylgir væl við støðuni í Venesuela.
- Nú er tíðin komin til de-eskalering. Altjóða rættur skal virðast, skrivaði hon.
Danski uttanríkisráðharrin, Lars Løkke Rasmussen, kallaði gongdina harðliga í stuttari skrivligari viðmerking leygarkvøldið.
– Eg vænti, at ST-trygdarráðið kemur kemur saman í næstum at viðgera støðuna - vit mugu koma á rætta kós aftur móti de-eskalering og dialogi, skrivaði hann.
* Høgravendi forsetin í Ekvador, Daniel Noboa, sigur í einum uppslagi á X, at venesuelarar, sum eru ímóti Maduro og forseta hansara, Hugo Chávez, hava ein sameindan í Ekvador.
– Tíðin kemur til allar kriminellu narko-chavistarnar. Teirra bygnaður fer loksins at fella saman um alt meginlandið.
* Uttanríkispolitiski leiðarin í ES, Kaja Kallas, skrivaði á sosiala miðlinum X leygardagin, at hon hevði tosað við amerikanska uttanríkisráðharran, Marco Rubiom, um støðuna.
– ES hevur fleiri ferðir ført fram, at Maduro manglar legitimitet og hevur stuðlað eini friðarligari flyting av valdinum. Í øllum førum mugu meginreglurnar í altjóðarættinum og ST-sáttmálin virðast. Vit mæla til afturhald, skrivar Kallas.
* Aðalskrivarin í ST, Antonio Guterres, er "djúpt ørkymlaður" av amerikanska álopinum, segði hann gjøgnum ein talsmann.
Guterres segði eisini, at álopið kundi "skapa eitt hættisligt fordømi", men greiddi ikki nærri frá.
* Franski forsetin, Emmanuel Macron, skrivaði í einum uppslagi á X, at venezuelanska fólkið bara kann gleðast eftir at hava verið loyst frá tí, sum hann lýsir sum einaræðið hjá Maduro.
– Komandi valdsskiftið skal fara fram friðarliga, demokratiskt og við virðing fyri viljanum hjá venezuelanska fólkinum. Vit vilja hava, at Edmundo González Urrutia, forseti, sum varð valdur í 2024, skjótt tryggjar hetta skiftið, skrivar Macron.
* Iran fordømir " í sterkastu orðum amerikanska hernaðarliga álopið á Venezuela og eitt greitt brot á tjóðarfulltrú og fullveldi landsins".
Harumframt heitir iranska stjórnin á ST-trygdarráðið um at steðga tí, sum Iran lýsir sum ein ólógligan ágang.
* Ísrael hevur róst USA fyri tiltakið, og sigur, at USA virkar sum "leiðarin í frælsa heiminum".
* Forsætisráðharrin í Italia, Giorgia Meloni, hevur í eini fráboðan víst stuðul til tiltøkini hjá USA í Venesuela.
Hon kallar hernaðarligu tiltøkini "lóglig" og "verjulig".
* Kinesiska stjórnin sigur seg vera "djúpt skelkaða og fordømir harðliga ógvusliga valdsnýtsluna hjá USA móti einum fullveldisríki og tess gerðir móti fólkinum".
* Vinstravenda stjórnin í Meksiko "fordømir og avvísir harðliga hernaðarligu tiltøkini, sum amerikansku herdeildirnar einsæris hava framt" móti Venezuela seinastu tímarnar, sigur uttanríkisráðið í eini fráboðan.
Forsetin í landinum, Claudia Sheinbaum, hevur eisini fordømt tað, sum hon kallar eitt "inntriv".
* Nýsæland stúrir fyri støðuni og fylgir aktivt við gongdini, sigur uttanríkisráðharrin í landinum, Winston Peters, í eini fráboðan.
– Nýsæland stendur saman við venezuelanska fólkinum í leitanini eftir eini rættvísari, demokratiskari og vælferðarríkari framtíð.
* Russland fordømdi álopið á middegi leygardagin.
- Slíkar gerðir, um tær veruliga eru farnar fram, eru óviðkomandi brot á fullveldið hjá einum sjálvstøðugum ríki, skrivar uttanríkisráðið í landinum í fráboðan.
* Uttanríkisráðið í Spania mælir til tamarhald og at ST-sáttmálin verður virdur.
– Í hesum sambandi er Spania sinnað at gera sínar tænastur tøkar fyri at fáa eina friðarliga og samráðingarbundna loysn á verandi kreppu, skrivar spanska uttanríkisráðið í fráboðan.
* Bretski forsætisráðharrin, Keir Starmer, vísir sín stuðul til altjóðarætt í einum uppslagi um X.
– Bretland hevur leingi stuðlað einum valdsskifti í Venezuela. Vit mettu Maduro sum ein ólógligan forseta, og vit feldu einki tár yvir endan á hansara stjórn, skrivar hann.
* Svenski forsætisráðharrin, Ulf Kristersson, skrivar í fráboðan á X, at venezuelanska fólkið er "loyst frá einaræðinum hjá Maduro".
– Svøríki hevur leingi víst á, at Maduro manglar demokratiskan legitimitet - ikki minst eftir valsvikið í 2024.
– Men øll lond hava eisini ábyrgd av at virða og virka í samsvari við altjóðarætt. Tað er eisini eitt langtíðar trygdaráhugamál fyri Svøríki, skrivar hann.
* Týski kanslarin, Friedrich Merz, sigur í eini fráboðan, at Maduro hevur "ført land sítt móti oyðilegging", men at amerikanska tiltøkini eru "løgfrøðiliga fløkt".
* Ukraina, sum er treytað av amerikanskum stuðli í stríðnum móti Russlandi, viðger ikki í skrivligari fráboðan, um tað er lógligt hjá USA at brúka hernaðarmegi móti einum nógv minni landi sum Venezuela.
Uttanríkisráðharrin, Andrij Sybiga, setur í staðin fokus á, at Maduro ikki hevur løggildi sum forseti, og at venezuelanska stjórnin kúgar fólkið. Hann stuðlar "fólkaræði, mannarættindum og venezuelanskum áhugamálum", sigur hann.
Keldur: AFP, Reuters, X.
/Ritzau/










