Mikkjal Thomasen fingið sekkin frá AIK

Svenska felagið AIK hevur í dag boðað frá, at Mikkjal Thomassen er koyrdur úr starvi sum høvuðsvenjari

Stokkhólmsfelagið AIK skal hava nýggjan høvuðsvenjara.

 

Felagið boðaði í dag frá, at tað hava valt at siga føroyska Mikkjal Thomassen úr starvi.

 

Hetta skrivar felagið á heimasíðuni.

 

– Góðu AIK stuðlar. Túsund takk fyri ferðina vit høvdu saman. Takk fyri, at tit góvu mær møguleikan at vera partur av AIK eina tíð. Tað hevur verið ein heiður og ein ábyrgd, sum eg havi tikið á meg við øllum, sum eg havi, sigur nú fyrrverandi høvuðsvenjarin við heimasíðuna hjá felagnum.

 

AIK greðir ikki nærri frá um, hví Mikkjal Thomassen er uppsagdur. Hann varð settur í starv á sumri 2024.

 

Tá liðið kemur sama aftur 5. januar, verður tað eftirverandi venjaratoymið, sum hevur ábyrgdina av venjingunum.

 

AIK endaði á 7. plássi seinasta kappingarár.