Borgarstjórin í Reykjavík heldur røðu á Faroe Pride

Borgarstjórin í Reykjavík, Jón Gnarr, verður gestarøðari á stóra Faroe Pride tiltakinum, ið LGBT Føroyar skipar fyri í Havn 27. juli 2012.

LGBT er felagið hjá samkyndum, tvíkyndum og transpersónum.

Jón Gnarr, sum sæst á myndini í ljósareyðum klædningi, og fylgi hansara, eru á almennari vitjan í Føroyum um hetta mundið, og vildi sjálvur sleppa við á ársins Faroe Pride.

Áðrenn hann gjørdist borgarstjóri í Reykjavík, var Jón Gnarr kendur sjónleikari, skemtari, punktónleikari og rithøvundur.

Í 2009 stovnaðu hann og onnur við lítlum og ongum politiskum royndum, satiriska flokkin “Besti flokkurinn”.

Hetta var eitt slag av mótmæli móti royndu politikarunum, ið høvdu verið við at skapt stóru fíggjarkreppuna, sum Ísland endaði í.

Heldur óvæntað fekk flokkurin heili 35% av atkvøðunum og endaði í samgongu.

Sum borgarstjóri í íslendska høvuðsstaðnum, hevur hann klárað seg væl, og hann hevur somuleiðis skapt livandi kjak og undirhald fyri sínar borgarar.

Eitt nú vísti hann sín stuðul til LGBT í Íslandi við at vera við í Pride skrúðgongu í Reykjavík í fjør, ílatin konufólkaklæðir.

Umleið ein triðingur av øllum íslendingum luttaka árliga í “Hinsegin dagar”, sum íslendska Pride skrúðgongan eisini verður kallað.

Jón Gnarr hevur ikki áður verið í Føroyum. Hann kemur til Føroya tann 25. juli, steðgar til 30. juli og ætlar sær at uppliva ríku mentanartilboðini í sambandi við Faroe Pride og ólavsøkuna.

Við honum eru konan, Jóhanna Jóhannsdóttir, seks ára gamli sonur teirra og embætisfólkini Sigurður Bjørn Bløndal og Katrin Guðmundsdóttir.

Tórshavnar kommuna er almennur vertur hjá íslendska fylginum.