Borgarstjórin í Vági bíðar

Kirsten Strøm Bech hevur ikki hug at leggja nakað afturat kjakinum, nú landsstýrið hevur gjørt av, at miðnámsskúlin, sum ætlanin var at byggja í Vági, ístaðin skal byggjast í Hovi.

? Eg havi fyrr sagt, havt eg haldi um hetta, og eg havi einki at leggja afturat, sigur borgarstjórin í Vági.
Kirsten Strøm Bech hevur spælt við opnum kortum, hóast hon sum borgarstjórin endaði í truplu støðuni at vera í minniluta í málinum. Hon tekur undir við, at røktarheim verður bygt í Vági heldur enn ein miðnámsskúli, men hon hevur samstundis skula virt avgerðina hjá einum meiriluta í Vágs býráð, sum vil hava miðnámsskúla heldur enn røktarheim.
? Nú bíði eg eftir, at uppskotið verður lagt fram í løgtinginum, men um tað eru býráðslimir, sum vilja hava málið til viðgerðar aftur, so taka vit tað upp, sigur Kirsten Strøm Bech.
Tað eydnaðist ikki Sosialinum at fáa eina viðmerking frá borgarstjóranum á Tvøroyri fyrrapartin týsdagin.