Borgarstjórin revsar Marin Katrinu Frýdal

Hon sleppur ikki longur at arbeiða við einum av sínum hjartamálum í býráðnum

Í kvøld fall øksin yvir Marin Katrinu Frýdal, býráðslimi í Havn.

Hon hevur alment funnist at arbeiðslagnum hjá borgarstjóranum, Heðin Mortensen og á býráðsfundinum í kvøld kom revsingin.

 

Tá ið býráðsfundurin varð settur í kvøld, bað borgarstjórin um at fáa eitt mál afturat á skránni, sum ikki stóð har frammanundan.

 

Og tað var eitt uppskot um at koyra Marin Katrinu Frýdal úr bygginevndini fyri brúnna um Sandá.

 

Heðin Mortensen váttaði, at hetta er ein avleiðing, at Marin Katrina ikki hevði atkvøtt fyri, tá ið fíggjarætlanin fyri 2014 varð endurskoðað í farnu viku.

Síðani hevur hon eisini heitt á býráðslimir um at taka borgarstjóran av ræði.

 

Tað fekk borgarstjóran at krevja, at Marin Katrina Frýdal boðar beinleiðis frá, um hon framvegis er við samstarvinum ella ikki.

 

Og hann vildi hava svar frá býráðslimunum fyri klokkan 10 í morgun.

 

Heðin Mortensen fekk svarið og hann segði við info í morgun, at hann var væl nøgdur við, at Marin Katrina Frýdal váttar, at hon stendur við samstarvsavtaluna, sum varð gjørd eftir býráðsvalið.

Men samstundis nevnir hon eina røð av viðurskiftum, hon er ónøgd við.

 

Les eisini: Ósemjan er ikki loyst enn

 

 Tey bæði hava samskift í allan dag og á býráðsfundinum í kvøld staðfesti borgarstjórin, at Marin Katrina vildi ikki geva seg undir tær treytir, sum vóru neyðugar at lúka fyri at vera við í samstarvinum.

 

- Skulu vit samstarva, er neyðugt at vit ganga í takt, segði hann. Og hann vildi ikki hava Marin Katrinu Frýdal sitandi í bygginevndini fyri brúnna, nú hon ikki vildi atkvøða fyri fíggjarætlanini, nú hon varð endurskoðað.

 

Hann tekur tað sum um eitt prógv um, at hon tekur ikki undir við fíggjarætlanini og tí kundi hon heldur ikki vera í bygginevndini fyri eini verkætlan, sum kostar einar 60 milliónir.

 

Jógvan Arge, floksfelagi hjá Marin Katrinu Frýdal, átalaði, at hon verður tveitt úr nevndini fyri brúnna um Sandá.

 

Hann vísti á, at Marin Katrina Frýdal hevði váttað, at hon var framvegis í samstarvinum og tí átalaði hann, at hon nú verður revsað soleiðis.

 

Sjálv duldi Marin Katrina Frýdal ikki fyri, at brúgvin um Sandá var eitt av hennara hjartamálum, tí hon hevði lagt stóran dent á útsjónd, fersðlutrygd, umstøðurnar at súkkla o.s.fr.   

 

Men har hjálpti einki, tí allir býráðslimirnir atkvøddu fyri at koyra hana úr nevndini, uttan Jógvan Arge, Jákup Dam og Marin Katrina Frýdal sjálv, øll úr Tjóðveldi.

Hinir báðir politisku limirnir í brúnni um Sandá, eru Sjúrður Olsen og Sigrún Mohr.