Borivognur rendi á Chek in skúrin

Seinnapartin hósdagin rendi ein bilur hjá NCC á Chek in skúrin hjá Smyril Line á Eystaru Bryggju í Havn.

Tá bilurin koyrdi fram við skúrinum, varnaðist bilførarin ikki, at ein síðulúka stóð opin. Í tí hann fer fram við skúrinum, rakar lúkan í hornið og brýtur fyri sær, m. a. ein rút í skúrinum.
Av politstøðini í Havn verður sagt, at talan var um eitt hendiligt óhapp. Bilurin var skrásettur í Noreg, og tryggingarviðurskiftini vóru í lagi.