Oljuleiting og føroysk luttøka
Lemjandi atfinningarnar hjá Gunvør Balle móti oljufeløgunum og útlendsku kontraktarum teirra um, at teir ikki hava gjørt sær nóg góðan ómak at liva upp til andan í føroysku lógini um at brúka føroyskar vørur og tænastur hevur verið eitt av afturvendandi málunum á oljuráðstevnuni í Norðurlandahúsinum týsdagin og mikudagin. Í gjár varð spurningurin reistur, hvussu føroyskir myndugleikar kunnu fáa útlendsku feløgini at brúka føroysku vinnuna meira.
Roberto Lorato, stjóri í Agip í Bretlandi segði, at felagið sjálvandi fór at viðgera tær atfinningar, sum høvdu verið í sambandi við fyrstu boringarnar og hava hetta í huga, tá Agip sum einasta felag fer at bora næsta ár, men hann vísti samtíðis á, at vit enn bert eru í eini leitifasu. Tí verður tað kanska fyrst tá lønandi fund eru gjørd og tey verða útbygd, at munandi tørvur verður á at nýta føroyskar vørur og tænastur. Hann helt tað eisini vera ein spurning um at hava tol, tí verulig gongd fer at koma á, tá lønandi fund verða gjørt.
Sofus Poulsen, føroyskur umboðsmaður í Bretlandi, helt, at oljufeløgini, sum vilja arbeiða á føroyska landgrunninum, eiga at gera brúk av føroyskum vinnulívi, eisini hóast talan bert er um eitt leitiskeið, sum kanska ikki hevur so nógv avleitt virksemi við sær. ?Tað er eisini av týdningi skulu tit tryggja tykkum leitiloyvi her í framtíðini, og tit tá skulu troyta ein føroyskan ídnað, sum er kappingarførur, at tit tá hava verið við til at menna henda ídnað og geva honum avbjóðingar. Og í hesum førinum helt Sofus Poulsen, at tað kundi verið eitt gott hugskot hjá feløgunum, sum arbeiða vestan fyri Hetland, at brúka føroyskar vørur og tænastur.
Mælir feløgunum til at brúka vinnuna
Uppá fyrispurning um hann ikki vildi mæla oljufeløgunum og stóru kontraktarunum, sum framhaldandi ynskja at virka á føroyska landgrunninum, eitt nú Transocean og Smedvig, ið eiga boripallar og skip, til at brúka føroyskar vørur og tænastur uttan fyri Føroyaøkið eisini, svaraði Herálvur Joensen, stjóri í Oljumálastýrrinum játtandi.
Hann kundi avgjørt mæla feløgunum til at brúka føroyskar vørur og tænastur, um hesar vóru kappingarførar. Men hann vísti samtíðis á, at tað er ikki ?trendurin? í dag, tvs. tíðin er búgvin longur til at reka verjupolitikk á vinnuøkinum í Europa og hetta ger seg eisini galdandi í Føroyum. Tí høvdu føroyskir myndugleikar eisini valt at orða seg varðliga í krøvunum til feløgini men kortini latið tey skilja, at tað er eitt ynski frá føroyskari síðu, at føroyska vinnan kemur við í menningina av hesi nýggju vinnu, eisini hinumegin markið. Hann helt eisini, at virksemi á landgrunninum átti at verið mett sum ein lopfjøl fyri føroyka vinnu at arbeiða í øðrum økjum og harvið byggja upp ein førleika, sum aftur kann vera til gagn á føroyaøkinum.
Hann vísti eisini á, at tað longu vóru føroyskar fyritøkur, t.d. Thor í Hósvík, sum høvdu gjørt sáttmálar við oljufeløgini, her við BP um at gera uppgávur aðrastaðni. Herálvur Joensen var fegin um, at Gunvør Balle hevði borið fram sínar trupulleikar við ikki at verða hoyrd av útlendsku feløgunum og vildi hann í tann mun hetta er møguligt og eigur at gerast, at broyta verandi skipanir og reglugerðir, soleiðis at ein kappingarfør føroysk vinna veruliga sleppur upp í part. Í hesum sambandi nevndi hann eisini, at føroyskir myndugleikar fara at ?stramma? upp krøvini, har teir kanska hava verið ov lagaligir at geva undantaksloyvi.
Livið upp til andan
Árni Olafsson, ein av the ?grand old men? í føroyskari oljuvinnu, hann var leingi formaður í Oljuráðleggingarnevndunum, samráðingarleiðari í marknasamráðingunum við bretar og í dag ráðgevi hjá føroyskum oljumyndugleikum, tók fult undir við stjóranum í Oljumálastýrinum. Hann vísti á, at nú myndugleikarnir høvdu valt ta nútímans leiðina við ikki at krevja av feløgunum, at tey skuldu brúka alt sum er føroyskt fyri ein hvønn prís, so eiga feløgini harvið eisini at skilja andan í lógini. ?Vit vóna sjálvandi, at oljufeløgini skilja bókstavin og lesa hann rætt um, hvønn týdning tað hevur fyri framtíðar vinnuna her hjá okkum, at feløgini brúka føroyskar vørur, læra upp og halda føroyskum arbeiðsfólki til. Hann vísti á, at tá føroyingar fara undir at bjóða út egið tilfeingi til oljufeløgini at fáa lut í, so eiga tey eisini at skilja føroyska boðskapin um, at menningin ikki skal liggja í Rotterdam, Stavanger ella Aberdeen men í Føroyum.
Tá BP stjórin Michael Schilly varð spurdur, um hann metti Føroyaøkið sum eitt øki fyri seg og økið vestan fyri Hetland sum eitt fyri seg ella metti bæði økini sum eitt, nevniliga Atlantsmótið, svaraði hann, at hann sá alt økið millum Føroyar og Hetland sum eitt og sama øki.
(Lesið í morgin um góðu úrslitini , sum Thor í Hósvík hevur fingið í fyrsta leitingarumfarinum, og har tað hevur góðir royndir at vísa á í samstarvinum við oljufeløgini.)