Óbrúkiligt tilmæli um fiskiskap undir Føroyum

? Fiskimenn eru eisini serfrøðingar á økinum og vit eiga at bíða eftir tilmælinum frá teimum, sigur Alfred Olsen, næstformaður í vinnunevndini

Tilmæli

? Hetta letur seg slett ikki gera.
Dómurin hjá politikarunum yvir tilmælið frá ICES um fiskiskapin undir Føroyum, er tann vanligi.
Alfred Olsen er næstformaður í vinnunvevndini hjá løgtinginum og hann er longu komin til ta niðurstøðu, at tilmælið frá ICES kann slett ikki brúkast.
Hann sigur, at nú eiga vit at bíða eftir tilmælinum hjá Fiskidaganevndini, sum er mannað við umboðum fyri vinnuna og eftir tilmælinum frá Fiskirannsóknarstovuni.
Men næstformaðurin í vinnunevndini dylir ikki fyri, at hann hevur mest álit á tilmælinum frá Fiskidaganevndini.
-? Tilmælið frá Fiskirannsóknarstovuni plagar at líkjast tí frá ICES og tað fer tað helst aftur at gera í ár.

Fiskimenn eisini serfrøðingar
Alfred Olsen sigur, at tað plagar at vera stórur munur á tilmælunum hjá fiskifrøðingunum og hjá Fiskidaganevndini.
? Fiskidaganevndin umboðar vinnuna. Sostatt umboðar Fiskidaganevndin teir, sum eru beinleiðis í vinnuni undir Føroyum. Tí eru tað teir, sum eisini hava fyrstuhonds vitanina um, tað sum rørist í sjónum.
Alfred Olsen sigur, at tað vísir seg heilt oftani, at tað er hald í teimum metingum, sum sjómenn seta fram.
? -Eg meti avgjørt at sjómenn eru líka góðir serfrøðingar á økinum, sum fiskifrøðingarnir eru.
? Og tað hevur eisini hent seg, at vinnan hevur mælt til skerjingar. Vinnan hevur minst líka stóran áhuga sum øll onnur í, at fiskastovnarnir undir Føroyum verða røktir, tí teir eru lívsgrundarlagið undir vinnuni og hon hevur ongan áhugað í at taka lívsgrundarlagið undan sær sjálvari.
Hóast hann ásannar, at tilmælið frá Fiskirannsóknarstovuni er ógvuliga lítið brúkt seinastu árini, heldur hann, at tað er gagnligt at fáa teirra meting av støðuni eisini.
Og Alfred Olsen heldur als ikki, at vit skulu avskriva fiskifrøðingarnar, tí stovnsmetingarnar eru bara ein partur av teirra virksemi, tí teir fáast við so nógv annað eisini.
Annars heldur Alfred Olsen, at nøkur stig eru tikin til at minka veiðitrýstið.
? Fiskidagatalið minkaði 2% seinast og samsundis hava vit fingið eftirlit við fylgissveini, umframt at Føroya Banki varð friðaður í tveir mánaðir og at veiðitrýstið varð minkað 10%.