Í gjár var ein minniligur dagur hjá Bent Kristian Thomasen, tí hann fekk nevniliga ein serliga stóran laks í Leynum. Laksurin var 97 cm langur og vigaði 20 pund.
Bent Kristian Thomasen úr Sørvági er vanur við at fiska laks, men hann hevur ongantíð fingið ein so stóran laks fyrr, og tað var eisini hart arbeiði.
- Eg brúkti ein heilan tíma uppá at fáa hann á land, sigur Bent Kristian Thomasen, sum fiskaði við sleingitráðu.
Laksurin vildi ikki, sum Bent Kristian vildi, og tað var um reppið, at hann gav upp.
- Eg helt fyrst, at eg hevði rakt botnin, men so fann eg útav, at tað byrjaði at flyta seg á botninum. Tað einasta, eg hugsaði um, var, at eg ikki mátti missa fokusið, tí eg mátti ikki missa hann. Hann fór oman ígjøgnum ánna og niðan aftur, og eg hugsaði við mær sjálvum “nú orki eg ikki meir”, sigur hann.
Men tað eydnaðist til endans.
- Tá eg endiliga fekk hann upp á land, hugsaði eg, at eg hevði vunnið og ikki hann. Hatta var eitt upplivilsi, sum eg ongantíð komi út fyri aftur, sigur Bent Kristian Thomasen.
Hann fekk tveir laksar hendan dagin. Tann størri vigaði 20 pund og var 97 cm langur, meðan hin var 86 cm og vigaði 12 pund. Hetta vóru tveir av teimum villu laksunum.