Brúktu ein hálvleik

Tjaldur sýndi ikki tað stóra undan steðginum, men tá meistaraliðið eina løtu tók seg saman, varð allur ivi um úrslitið skúgvaður til viksa

Hondbóltur

Tað hevur verið mest sum sama søgan, hvørja ferð StÍF og Tjaldur hava spælt seinnu árini. Eina góða løtu fylgir StÍF við, men onkra staðni kring steðgin skrædnar fullkomuliga.
Og soleiðis var eisini sunnudagin.
Fyrsta hálva tíman var nevnliga lítil og eingin munur á liðunum báðum. Eftir at Tjaldur legði bragdligari fyri, togaði StÍF seg aftur, og eitt skifti undan steðginum vóru tær enntá á odda.
Alt tað góða arbeiðið, sum varð lagt í fyrra hálvleik, varð tó tileinkisgjørt fyrstu løtuna av seinna hálvleiki. Tá sleit Tjaldur seg nevnliga fullkomuliga leyst, og áðrenn tær hjá StÍF veruliga varnaðust tða, var munurin øktur til eini sjey mál.
Og so gjørdi tað minni, at Tjaldur tók tað meira róligt restina av dystinum. Sigurin kom ongan tíð í vanda, og enn sum áður rennur Tjaldur kapp við Stjørnuna um oddasessin, sum ber við sær fyrimunin av heimavølli í næstu og eini møguligari triðju FM-finalu.