Brøndby er danskur steypavinnari

Talan var um undirhaldandi drama, tá ið stórfelagið, sum hevur verið kreppurakt stóran part av kappingarárinum, vann 3-2 á Esbjerg

Tað var proppfult á áskoðaraplássunum, tá ið Brøndby í dag vann donsku steypafinalouna 3-2 á Esbjerg.

Intensiteturin var stórur frá fyrsta bríksli, og fimm fín mál undirstrikaðu, at undirhaldsvirðið var høgt, hóast tað ikki alla tíðina var so ógvuliga væl skipað spæl.

Brøndby hevur verið í tungum sjógvi alt hetta kappingarárið. Leingi var liðið í vanda fyri at flyta niður, og einasta vónin fyri altjóða luttøku næsta kappingarár var sigur í steypakappingini.

Venjarin Tom Køhlert hevur verið venjari í nógv ár, men hetta var fyrsta ferðin, at hann var partur av steypafinaluni. Hann var ovurfegin eftir steypasigurin, tá ið hann undirstrikaði týdningin av sigrinum:

- Vit eru aftur á pallinum. Finalusigurin var endurroysn av liðnum. Hetta var fínur, tættur, spennandi og dramatisk uppgerð. Hetta eru orð, sum plaga at verða sett á góða finalu, sigur venjarin við heimasíðuna hjá Brøndby.

Hetta var sætta ferðin, at Brøndby vann donsku steypakappingina.

Esbjerg venjarin, Troels Bech, var vónbrotin yvir tapið, men hann rósti sínum monnum fyri gott avrik og fyri, at teir vístu góðan moral, tá ið teir tvær ferðir svaraðu aftur, eftir at Brøndby hevði lagt seg á odda. Sigursmálið til 3-2 skoraði Brøndby veteranurin Martin Retov, tá ið tað restaðu fimm minuttir. Svenski Samuel Holmén setti hol á fyri Brøndby, og svenski Max von Schlebrügge skoraði til 2-1. Bæði Esbjerg málini skoraði Søren Rieks.