Brøndby er orduliga í hopla

FCK sigraði fyri aðru ferð á rað, og í Århus er fótbóltslagið betri, enn tað hevur verið rættuliga leingi

SUPERLIGAN

Mál er tað sama sum undirhald í fótbólti. Í superliguni vórðu um vikuskiftið skorað 24 mál, og harvið var undirhaldsvirðið rættuliga høgt.
Brøndby legði seg leygardagin við 4-1 sigri í Herfølge á fremsta plássið. Tað varð roknað við, at hetta fór at vera fyribils inntil sunnudagin, tá ið næstu kappingarneytarnir aftur skuldu í eldin. Men Brøndby er framvegis oddalið, tí tey bæði, sum vóru tey næstu í kappingini, taptu sínar dystir.
Síðani næstseinasta sunnudag hava trý umfør verið í superliguni, og Brøndby hevur hvørja ferð víst sera hugflogsríkt fótbóltsspæl. Hesa ferð vóru teir í Herfølge, har heimaliðið serliga í 1. hálvleiki varð spælt sundur og saman. Herfølge er nú niðanfyri keðiligu strikuna.
Nummar trý, FCM, var sunnudagin í Århus og spældi móti nummar fýra, AGF. Fótbóltslagið í jyska høvuðsstaðnum er hópin betri nú, enn tað hevur verið í fleiri ár. Frá at vera botnlið, sum støðugt hevur verið í vanda fyri at flyta niður, og sum tað støðugt hevur verið nógvur turbolensur í og kring, er AGF nú har, sum tað er hugaligt at spæla og kappast. Mohammed Zidan legði FCM framum við fantastiska flottum máli, men AGF svaraði aftur og vann 2-1. Harvið er AGF nú á triðja plássinum, meðan FCM er á fjórða plássinum.
OB hevði sunnudagin møguleikan at endurvinna fremsta plássið. Eftir at teir høvdu vunnið sannførandi sigrar næstsíðsta sunnudag og mikukvøldið, vóru teir greiðir favorittar móti AaB, sum telist millum botnliðini. Men tað gekk heilt øðrvísi. AaB var ikki komið til Odense fyri at grava seg niður í vónini um, at tað skuldi eydnast at fáa eitt stig. Frá fyrsta bríksli fóru aalborgensarnir langt fram á vøllin, og teir vunnu 3-1. Harvið eru teir fyri fyrstu ferð í hesum kappingarárinum omanfyri niðurflytingarstrikuna, men tað er ógvuliga tætt millum tey aftastu.

Tungi endin
Randers er framvegis aftast, men nú hava teir fingið gongd á bæði málskjótingina og stigaheystingina. Hesa ferð høvdu teir vitjan av Silkeborg. Uppgerðin millum uppflytararnar endaði við 4-3 heimasigri. Hetta var fyrsta ferðin í hesum kappingarárinum, at tað eydnaðist hjá Randers at skjóta mál á heimavølli, og so var tað ikki við mýkindum, at teir fóru fram.
Silkeborg er framvegis omanfyri niðurflytingarstrikuna, men teir fara skjótt longri niður á talvuni, um gongdin ikki fer at venda. Teir hava einki fingið burturúr fimm teimum seinastu umførunum. Teir vunnu tríggjar tær fyrstu ferðirnar, eftir fýra umfør høvdu teir tíggju stig, og síðani hava teir einki fingið fimm tær seinastu ferðirnar.
Eitt annað felag, sum úrtøkan hevur verið rættuliga soltin hjá, er Esbjerg. Síðsta kappingarár vóru teir við í stríðnum um meistaraheitið. Nú hava teir bara fingið tíggju stig burturúr níggju teimum fyrstu umførunum. Hesa ferð vóru teir í Viborg, har heimaliðið legði seg á odda, tá ið 26 sekund vóru farin. Viborg vann 2-0, og hetta var sjeynda ferðin á rað, at Esbjerg ikki vann á útivølli.
Í FCK er lagið batnað síðstu dagarnar. Sunnudagin vóru teir í Farum, og tá spældu teir væl í 1. hálvleiki. Teir høvdu fleiri góðar málmøguleikar. Zuma hevði nakrar, men tað gongur framvegis illa hjá honum at finna leiðina til meskarnar. Saman við Zuma var Peter Møller í FCK álopinum. Hann fekk góðan møguleika burturúr ongum, men royndin fór dygst omanfyri tvørtræið.
Norski miðvallarin, Magne Hoseth, átti næstsíðsta fótin í einasta málinum í 1. hálvleiki. Dómarin skrásetti málið at vera sjálvmál. Beinanvegin eftir steðgin varð Zuma útskiftur við Jesper Bech. Fyri FCK var tað vátur vøttur, at FCN við stútara javnaði til 1-1, tá ið 50 minuttir vóru farnir. Tað tóktist sum um, at liðini skuldu fáa eitt stig í part. Men tá ið tað restaðu tríggir minuttir, skoraði Álvaro Santos sigursmálið fyri FCK. Álvaro var komin á vøllin, tá ið eitt korter var eftir, og hann fekk málið burturúr ongum.
Leygardagin fer FCK at fáa vitjan av Herfølge. Sunnudagin sær skráin soleiðis út: OB-Viborg, Esbjerg-AGF, FCM-FCN, AaB-Silkeborg og Brøndby-Randers.