Eftir 2-1 sigur á heimavølli hevði danska Brøndby í 80 minuttir takið á týska Hertha Berlin. Í seinna dystinum millum liðini stóð nevnliga á jøvnum í steðginum, tá Morten Rasmussen eftir 50 minuttum beindi hornaspark í málið, sá alt so ljósareytt út hjá gula liðnum. Týska liðið vildi tað tó øðrvísi, og seinasta korterið skoraðu teir tríggjar ferðir, og so mátti Brøndby ásanna, at europiska ævintýrið hjá teimum er liðugt, longu áðrenn tað av álvara gjørdist stuttligt.