Brøðurnir renna undan

Í morgin verður triðja umfar í Vetrarkappingini. Brøðurnir Andrias og Eirikur Hansen hava vunnið hvør sítt umfar.

So er triðja vetrarkappingin á skránni, Betri VK3, og hesa ferð skipar Bragdið fyri kappingini.  Runnið verður leygarmorgunin 25.november kl. 11.00.

 

- Vit flyta aftur á gamlar gøtur og koma til Havnar at renna, eftir at hava runnið trý tey seinastu árini  á Argjum. Startur og mál eru á Tórsbreyt, skrivar felagið.

 

 Øll eru vælkomin við, børn og vaksin og ikk bara royndir rennarar, men øll, ið hava hug at renna, siga fyriskipararnir.  Børnini renna eitt umfar, uml. 3,2 km og tey vaksnu renna 10,6 km. Runnið verður bæði á asfalti og á gøtunum, í náttúruperluni rundan um Svartafoss.

 

Byrja verður  á breytini og síðani verður farið niðan til rundkoyringina á ringvegnum, framvið Magn og oman eftir ringvegnum. Snarast skal so  til vinstru eftir Hvítanesvegnum, inn eftir Skraddaragøtu yvir til Svartafoss og so oman móti Tórsbreyt. Rennast skulu 4 umfør og fjórðu ferð skal rennast inn aftur á Tórsbreyt á mál.

 

Tvey umfør hava veirð í Vetrarkappingini higartil, men hvørki hjá monnum ella kvinnum hevur sami vinnari verið bæði umførini. Hvørki Andrias Hansen ella Súsanna Skylv, sum vunnu kappingina runt Agnið vóru við leygardagin, tá runnið var í Kerjum í Havn. Eirikur Hansen, beiggi Andrias, gjørdi sær dælt av fráveruni hjá beiggjanum, og fór avstað við sigrinu, meðan Beinta Hoydal Joensen, sum vann silvur runt Agnið, tók stigið upp á ovasta skammilin í Kerjum.