Liðið hjá John Frederiksen, Brabrand gjørdi leygardagin eitt ordans hál í triðbestu donsku fótbóltsdeildini.
Brabrand vann á heimavølli stórsigur 4-0 á VSK Aarhus. Tá John kom á vøllin í 70. minutti vóru øll málini í dystinum longu skotin.
Brabrand er triðaftast í deildini við 11 stigum. Brabrand hevur níggju stig upp til HIK, ið er á sætta plássinum sum gevur atgongd til ovara endaspælið.
Komandi leygardag klokkan 13 spælir Brabrand dyst í Gladsaxe móti oddaliðnum, AB.