Tað gongur strúkandi hjá HB og André Olsen. Í kvøld vann HB 3-0 ímóti NSÍ í Gundadali. Sigurin ber við sær, at HB nú er næstfremst, og at HB leygardagin í Gøtu fer at tryggja sær silvurkrónurnar. Soleiðis verður tað, um HB leygardagin vinnur størri úrtøku, enn NSÍ fer at megna á heimavølli ímóti KÍ.
At enda næstfremst kann fara at vísa seg at vera sera týdningarmikið. Umframt heiður og æru fyri at vera nummar tvey heldur enn nummar trý, so hevur næstfremsta plássið stóran týdning í Europa, um KÍ fer at vinna greipuna, og Víkingur harvið ikki umvegis sigur í steypafinaluni fer í Europa, men heldur verður í Europa sum nummar fýra í landskappingini.
Í krónum kann talan vera um kanska hálvaaðru millión krónur, og tað hevði komið sera væl við hjá HB, sum í løtuni arbeiðir við at manna liðið í 2026.
Nú er nakað síðani, at tað varð greitt, at André Olsen fer at halda fram sum HB venjari. Tað er hugaligt hjá bæði HB og André Olsen, sum ikki hevur tapt í heimligu kappingini, síðani hann tók við venjarastarvinum. Tað var 9. mai, og síðani tá hevur HB vunnið 14 og spælt javnt í fýra landskappingardystum. Og so verður mint á, at undan venjaraskiftinum tapti HB 7-1 á heimavølli – 3. mai ella á krossmessu – ímóti NSÍ!
Leingi var tað heilt javnt, og leingi vóru tað ikki so nógvir upplagdir málmøguleikar í Gundadali í kvøld. Sum seinni hálvleikur leið, kendist tað sum um, at HB hevði betri tak á álopsspælinum, og í 63. minutti eydnaðist tað heimaliðnum at fáa hol á.
Innskifti Jákup L. Thomsen skoraði málið úr heilt stuttari fjarstøðu, og NSÍ málverjin sá rættiliga harmur út, um at hann hevði kveistrað bóltin mitt út fyri málið, eftir at innskifti Ári Mohr Jónsson royndi seg úr spískum í vinstru.
Fimm minuttir seinni kendist tað sum um, at HB staðfesti heimasigurin. NSÍ liðið var ikki so skipað, sum tað var fyrsta tíman, og tað var Emil G. Pedersen, sum skoraði eftir upplegg frá vongverjanum í høgru Mattiasi Voss. So var talan um stóra HB yvirvág, og í síðstu sekundunum setti Jákup L. Thomsen krúnuna á verkið, tá ið hann skoraði til 3-0. Innskifti Heini Sørensen átti uppleggið. Tað vil siga, at skiftingarnar hjá HB áttu stóran lut í, at tað koppaði soleiðis í seinna hálvleiki, sum tað gjørdi.
Hjá NSÍ er talan um stórt vónbrot. Hetta var fyrsta tapið síðani 31. mai, tá ið NSÍ tapti 3-2 í Klaksvík. Leygardagin hevur NSÍ møguleika sum fyrsta liðið í ár at vinna ímóti KÍ. Um sigur ímóti føroyameistarunum verður nóg mikið til at fáa fatur á silvurkrónunum valdast um, hvussu tað fer at hilnast hjá HB, sum fer at spæla á útivølli ímóti Víkingi.
Undan síðsta umfari er tað HB við 61 stigum, ið hevur kós ímóti silvurkrónunum. NSÍ er á triðja plássi við 60 stigum, og føroyameistararnir í KÍ hava undan síðsta umfari 70 stig.
https://in.fo/news-detail/myndir-hb-nsi-2-0-0-0
HB – NSÍ 3-0 (0-0)
1-0: Jákup L. Thomsen
2-0: Emil G. Pedersen
3-0: Jákup L. Thomsen
Dómari: Eiler Rasmussen
HB: Bjarti Vitals Mørk – Mathias Voss, Áki Johannesen, Viljormur Davidsen), Lassana Faye – Ási P. Dam, Noah Mnenéy, , Heðin Hansen, Dan í Soylu – Emil G. Pedersen, Sammy Skytte
NSÍ: Kristian Joensen – Jann J. Benjaminsen, Hassou Diaby Ndiaye, Daniel Obbekjær, Fabian Ness – Emil Weihe Joensen, Brandur Hendriksson Olsen, Michal Przybylski – Jasper Van Der Heyden, Klæmint A. Olsen, Aron Knudsen