Hákun vann og Vilhelm tapti

Vilhelm Poulsen var annar av toppskjúttunum hjá Hannover-Burgdorf

Tvey føroyingalið í týsku bundesliguni vóru í leiki í dag.

 

Vilhelm Poulsen var saman við Justus Fischer toppskjútti hjá Hannover-Burgdorf, sum á útivølli tapti 30-33 (13-15) fyri Minden. Vilhelm og Justus Fischer skutu fimm mál hvør. Vilhelm var eisini noteraður fyri eitt upplegg til mál (assist). 

 

Hannover-Burgdorf er nummar 12 í deildini við seks stigum.

 

Hákun West av Teigum og liðfelagarnir í Füchse Berlin vunnu á útivølli 36-30 (17-15) á Stuttgart. 

 

Hákun og liðfelagarnir eru nummar fimm í deildini við 14 stigum. Flensburg-Handewitt er við 16 stigum fremst í deildini.