Bretsku heilsumyndugleikarnir hava í dag sett í verk eina bráðfeingis innsavnan av blóði í øllum Bretlandi.
Tað verður gjørt, eftir at eitt cyberálop í síðstu viku rakti fleiri stór sjúkrahús í London.
Tað skrivar tíðindastovan dpa.
Eftir øllum at døma er tað ein russiskur bólkur av hakkarum við navninum Qilin-bandin, sum stendur aftan fyri ransomware-álopið.
Álopið rakti og ávirkar enn millum annað King's College Hospital, Guy's Hospital og St Thomas' Hospital álvarsliga.
Beint eftir cyberálopið vórðu fleiri skurðviðgerðir avlýstar ella fluttar á onnur sjúkrahús.
Men álopið hevur gjørt tað trupult hjá raktu sjúkrahúsunum at hjálpa sjúklingum við blóðflokkinum 0.
Avleiðingin er, at fleiri skurðviðgerðir og blóðroyndir eru avlýst.
Tí eru bretsku heilsumyndugleikarnir í dag komnir við eini áheitan á íbúgvar í Bretlandi, sum hava blóðflokkin 0, um at melda seg sum blóðgevar. Blóðflokkurin er trygg at lata flestu sjúklingum, verður sagt.
/ritzau/