Frá morgunstundini nýttu nógv fólk høvið at vitja Brandstøðina á 75 ára degnum, har sløkkiliðsstjórin Kartni Jacobsen tók í móti
Umframt ein drekkamunn og høvi at síggja teir gomlu og nýggju brandbilarnar, fingu tey vitjandi eisini søguligu bókina, ið Niels Juel Arge skrivaði um Tórshavnar Sløkkilið í 1983, tá Brandstøðin hevði 50 ár á baki.
Móttøka er á Brandstøðini frá klokkan 10 til 17 í dag.
Klokkan 16 fer Heðin Mortensen, borgarstjóri, at halda røðu og Høgni Joensen, skúlastjóri, fer at greiða frá um søguna hjá Tórshavnar Sløkkiliði.
Sum sæst á myndini, fekk sløkkiliðsleiðarin í morgun eitt eintak av nýggju bókini hjá Birgari Johannesen um Havnina frá Mentamáladeildini.