Fyrsti dystur í 9. umfari í Meistaradeildini verður við Løkina í Runavík í kvøld. Klokkan 18.30 fer Eiler Rasmussen at bríksla fyri fyrstu ferð, tá ið NSÍ fær vitjan av HB.
Merkisvert er tað, at NSÍ liðformaðurin og besti málskjúttin í føroyskum fótbólti yvirhøvur ikki er á listanum hjá NSÍ. Klæmint A. Olsen var ikki á listanum, tá ið NSÍ tapti 2-0 á útivølli ímóti B36, og hann er heldur ikki á listanum í kvøld.
Ímóti B36 var Brandur Hendriksson Olsen alla tíðina á NSÍ beinkinum. Í kvøld er Brandur Hendriksson Olsen millum teir fyrstu ellivu hjá NSÍ. Orsøkin, til at hann ikki var á vøllinum ímóti B36, er, at Brandur hevur verið darvaður av skaða í knænum. Brandur avloysir í kvøld norska álopsspælaran Tobias Hestad, og Mihcal Przybylski verður fremsti maður.
Hjá HB er tað merkisvert, at norski miðverjin Per-Magnus Steiring, sum var liðformaður mánakvøldið og varð skiftur út dygst undan steðginum, ikki er á listanum í kvøld. Bartal Wardum var ikki á listanum í 1-1 javnleikinum ímóti AB, og hann er heldur ikki á listanum í kvøld. Miðverjar hjá HB í kvøld eru Áki Johannesen og Mido Diop, sum mánakvøldið avloysti Per-Magnus Steiring.
NSÍ – HB kl. 18.30
Dómari: Eiler Rasmussen
NSÍ: Tom Amos – Aleks Freyr Elisson, Daniel Obbekjær, Viljormur Davidsen, Jann J. Benjaminsen – Emil Weihe Joensen, Brandur Hendriksson Olsen, Beinir Nolsøe – Marius Kryger Lindh, Michal Przybylski, Petur Knudsen
Venjari: Sigurður Ragnar Eyjólfsson
HB: Bjarti Vitalis Mørk – Mathias Voss, Áki Johannesen, Mido Diop, Ári Mohr Jónsson – Ejvind R. Mouritsen, Noah Mnenéy, Heðin Hansen, Dan í Soylu – Ebiye Moses, Storm Pettersen
Venjari: André Olsen











