Brandur er á veg til Keypmannahavnar

Føroyski landsliðsspælarin er partur av Randers liðnum, sum í kvøld skal spæla í Parkini

Hóast týdningarmiklir dystir ikki hava verið síðani fyrst í desember, so hevur tað síðstu vikurnar verið nógvur turbolensur í Randers FC, har føroyski landsliðsspælarin Brandur Hendriksson Olsen er á lønarlistanum.

Fyri nøkrum vikum síðani varð venjarin, Ricardo Moniz úr Hollandi, sendur til hús, eftir at hann bara hevði verið í felagnum í eitt stórt fjórðingsár.

Nýggjur venjari er Rasmus Bertelsen. Setningurin hjá honum er í teimum sjey landskappingardystunum, sum eru eftir í grundspælinum, at lyfta Randers FC av aftasta plássinum. Randers FC hevur fjúrtan stig og er niðast á støðutalvuni eftir nítjan dystir.

 

Fyrsti dysturin eftir vetrarsteðgin verður í dag klokkan 17, og tað  verður ikki hissini avbjóðing.

 

Randers FC skal spæla í Parkini ímóti FCK.

 

Føroyski landsliðsspælarin Brandur Hendriksson Olsen er á lønarlistanum í Randers FC. Fyri einum ári síðani sleit hann krossbandið. Hann var ágrýtin og miðvísur í uppvenjioingini, og tað bar við sær, at hann 3. desember aftur var á vøllinum, tá ið Randers FC á heimavølli tapti 3-2 ímóti Silkeborg.

 

Í dag er Brandur Hendriksson Olsen í Randers FC ferðalagnum, sum hevur kós til Keypmannahavnar og Telia Parken. Nýggi venjarin Rasmus Bertelsen hevur Brand Hendriksson Olsen í sekstan manna hópinum.

Seint seinnapartin fæst at síggja, um Bandur fær møguleikan á sínum gamla heimavølli. Brandur spældi 2014-2016 í FCK, har hann átta ferðir var á besta liðnum og skoraði tvey mál.

Dysturin seinnapartin verður at síggja á Canal 9.