- Brasil er stóra vónbrotið

Tróndur Vatnhamar heldur við Týsklandi í finaluni og sigur at Brasil hevur verið stóra vónbrotið til HM endaspælið.

Sunnukvøldið verður finalan í HM endaspælinum leikt á Maracana leikvøllinum í Rio de Janeiro. Finalan er millum Týskland og Argentina og vit fara eisini at gera eitt sindur burtur úr finaluni á in.fo.

 

Fyrstur at tippa um HM finaluna og hugleiða um HM sum heild er marketing maðurin hjá FSF, Tróndur Vatnhamar.

 

Tróndur Vatnhamar væntar at Týskland vinnur HM finaluna sunnukvøldið.

 

-          Eg vænti at Týskland fer at vinna HM av tí einfaldu orsøk, at teir eru fleiri ferðir sterkari enn Argentina, meir ella minni á øllum plássum. Kanska undantikið Messi. Týskarar hava veruliga víst ræðandi styrki í seinastuni og sementaraðu tað við einum 7-1 í móti Brasil. Tá man ger tað so vinnur man eisini HM.

 

Tróndur heldur ikki at nakað MEGA yvirraskilsi hevur verið til HM endaspælið.

 

-          Haldi at Holland, Kosta Rika og Kolumbia gjørdu ein vørr. Men í heila tikið hevur einki MEGA yvirraskilsi verið eftir mínum tykki. Argentina og Týskland eru sum vera man í finaluni og "yvirraskilsini" rukku also ikki longri enn 1/8 - 1/4 finalur - all in all einki nýtt er á tapetinum.

 

Og síðst heldur Tróndur at vertirnir úr Brasil hava verið størsta vónbrotið.

 

-          Brasil er uttan iva tað stórsta vónbrotið. Hví kanst tú kanska spyrja, jú sakin er tann at teir tosa ov nógv fótbólt og spæla ov lítið. They talk the talk. We walk the walk.