Brasilia spældi seg lættliga víðari

HM: Brasilia vann lættliga 4-1 ímóti Kamerun, meðan Meksiko somuleiðis spældi seg víðari.

Brasilia livdi í kvøld upp til vónirnar við at spæla seg víðari sum 1-ari úr bólki A. Hetta gjørdu teir við 4-1-sigri á Kamerun. Neymar legði Brasilia á odda 1-0 tá ið 17 minuttir vóru farnir, men løtu seinni javnaði Joel Matip til 1-1. Tað var tó ikki tíð til at fjáltur kom í brasiliumenninar, tí tað gekk ikki leingi áðrenn Neymar sló til við sínum fjórða máli í kappingini og legði Brasilia á odda 2-1, sum eisini gjørdist hálvleiksstøðan.


Tíðliga í seinna hálvleiki økti Fred til 3-1. Sum tíðin gekk og støðan var óbroytt frættist, at Meksiko hevði lagt seg á odda heili 3-0 ímóti Kroatia. Hesa løtuna var Meksiko bara eitt mál frá at vinna sær 1. plássið í bólkinum og harvið møta Kili ístaðin fyri Hollandi í 1/8-finaluni. Støðan broyttist tó fullkomiliga aftur við at Fernandinho økti til 4-1 fyri Brasilia næstan samstundis sum Ivan Perisic minkaði til 1-3 fyri Kroatia.


Við hesum úrslitunum eru Brasilia og Meksiko víðari við hvør sínum sjey stigum. Brasilia kemur tó víðari sum 1-ari við málmuninum +5, meðan Meksiko gjørdist 2-ari við málmuninum +3. Hetta merkir, at fyrstu 1/8-finalurnar nú eru klárar: Brasilia ímóti Kili og Holland ímóti Meksiko.


Kamerun – Brasilia 1-4 (1-2)

0-1: Neymar, 17.

1-1: Joel Matip, 26.

1-2: Neymar, 34.

1-3: Fred, 49.

1-4: Fernandinho, 84.


Kroatia – Meksiko 1-3 (0-0)

0-1: Rafael Maruqez, 72.

0-2: Andres Guardado, 75.

0-3: Javier Hernandez, 82.

1-3: Ivan Perisic, 87.