Frændur og Óli Breckmann fara í Hvonn Live á Rás2 leygarkvøldið at kjakast um friðargongur og politiskan tónleik Í 80?unum vóru teir at finna á hvør sínum vongi í føroyskum politikki ? Óli Breckmann og Frændur ? og stundum var kjakið bæði heitt og harðligt.
Nú hittast Breckmann og Frændur til eitt kjak um protestsangir, friðargongur og politiskan tónleik.
Hetta verður í stóru Rás2-sendingini Hvonn Live, sum verður send leygarkvøldið millum klokkan 19 og 22.
Sendingin verður send beinleiðis av Hvonn í Havn, og fólk eru vælkomin á Hvonn at fylgja kjakinum har.