Kaj Leo legði upp til mál í rokmiklum dysti

Njarðvík fekk tveir leikarar vístar av vøllinum móti dystarenda

Kaj Leo í Bartalsstovu fekk 86 minuttir á vøllinum, tá lið hansara, Njarðvík tók ímóti Afturelding á heimavølli í næstbestu íslendsku fótbóltsdeildini.

 

Talan gjørdist um hendingarríkan og rokmiklan dyst, ið endaði við 5-2 sigri til Afturelding.

 

Í tíðini dómarin hevði lagt aftrat fingu Joao Ananias og Erlendur Guðnason hjá Njarðvík reytt kort.

 

Afturelding var á odda 2-0 longu tá eitt korter var farið av dystinum. 10 minuttir undan steðginum minkaði Tómas Bjarki Jónsson um munin til 1-2. 

 

Í 70. minutti legði Kaj Leo við hegnisligari sending upp til Oumar Diouck, ið javnaði til 2-2.

 

Men so skoraði Afturelding trý mál innanfyri 10 minuttir, og so var stórtap veruleiki hjá Njarðvík.

 

Njarðvík er nummar tvey í deildini við 20 stigum fyri 10 dystir. Njarðvík er trý stig aftanfyri oddaliðið, Fjölnir sum hevur 23 stig.

 

Komandi hóskvøld tekur Njarðvík móti Grindavík á heimavølli.