Bremusnar SKULU rigga

Sjálvandi skulu bremsurnar vera í lagi. Tað vóru tær ikki í hesum førinum, og tað er ikki nóg gott, staðfestir Magnus Magnussen á HH-Transport

Bilóhapp

Tað er H.H. Trans, sum eigur flutningsbilin, sum mánadagin rullaði av Avhaldsbrekkuni við Húsabrúgv og omann á Tinghúsvøllin. Ein hending, sum væl kundi kostað fleiri mannalív, um illa vildi til.
Eftir øllum at døma hevur lastbilurin ikki havt nakra hondbremsu, tá teir hava tikið rusk frá Hotel Hafnia. Í øllum førum sóust tveir múrsteinar liggja við vegin, har bilurin hevur staðið, og uttan iva vóru hesir ætlaðir at halda bilinum, sum stóð í brekkuni.
Debes Petersen, stjóri á H.H. Trans var umborð á flogfari, tá vit um døgurðaleitið ringdu til felagið, men av skrivstovuni vóru boðini greið, at hetta ikki var nóg gott.
- Sjálvandi skulu bremsurnar á einum lastbili vera í lagi, tá koyrt verður. Á hesum bilinum skuldi hetta eisini verið gjørt, men vit kunnu bara staðfesta, at hetta ikki er gjørt. Og tað er absolutt ikki nóg gott, vóru einastu viðmerkingar, sum Magnus Magnussen vildi gera um hendingina.