Eftir summarfrítíðina byrjar eitt nýggjur kapittul fyri bæði Depilin í Skálavík og føroyskan ungdóm, tá kristni eftirskúlin »Brúgvin« setur sjøtul á allar fyrsta eftirskúlaárið og harvið eisini fyrsta føroyska eftirskúla nakrantíð. Brúgvin lovar eitt spennandi og mennandi ár við upplivingum í Føroyum og úti í heimi. Og kvinnan, ið skal standa á odda fyri nýggja tilboðnum í Sandoy til føroyskar 10. floks næmingar er 26 ára gamla Erika Niclasen úr Klaksvík.
– Har er tað umráðandi, at umstøðurnar verða skipaðar og at tey ungu fáa hjálp til at nágreina, hvat tað er, sum tey tíma, duga og síggja seg sjálvi gera. Tað er ofta tørvur á hjálp at skapa ein veg gjøgnum allar møguleikarnar, sum tey hava, leggur hon aftrat og greiðir frá, at umframt hetta, so eru grundvirðini, sum eftirskúlin Brúgvin byggir á í tráð við hennara egnu persónligu virði.
– Skúlin stendur fyri at geva teimum ungu eina holistiska uppfatan av, hvørji vit eru sum mennisku við anda, sál og likami, og at tryggja, at tey ungu verða sosialt tilvitað um seg sjálvi men eisini um samfelagið, sum vit liva í, og hvussu vit gerast góðir borgarar. Hetta gevur meining fyri meg, sigur hon umhugsin og avgjørd.
Les longri samrøðu við Eriku Niclasen í Vikuskiftis Sosialinum, sum er til keyps í sølubúðum kring langið og talgildur her