Brenniovnar drepa

Vetrarhálvuna er ein støðugur deymur av royki frá brenniovnum í mongum grannaløgum og mongum stovum. Hesin roykur hevur sera álvarsligar avleiðingar á heilsuna hjá fólki. Millum avleiðingarnar kunnu t. d. nevnast astma, kyknubroytingar, børn við degenereraðum lungum, millumoyrnabruni, roykjaralungu, hjartasjúkur, krabbamein, viknað immunverja og defektir á nervaskipan. Børn verða harðast rakt

Ein vanligur brenniovnur dálkar uml. 800 ferðir meira enn eitt oljufýr. Ein hypermodernaður brenniovnur dálkar uml. 400 ferðir meira enn eitt oljufýr. Og hetta er, tá ið brendur verður turrur, reinur viður. Tað er ræðandi at hugsa um, hvat fólk heima í teirra stovum og kjallarum harumframt tveita inn í ovnarnar.

 

Partiklarnir, ið eru í royki frá brendum viði eru sera smáir. 90% eru minni enn 1 micron og harvið minni enn miðalbakteriur. Teir eru so smáir, at meir enn helvtin av mongdini uttandura treingir ígjøgnum húsaveggir, uttan mun til hvussu húsini eru bygd og bjálvað. At vindeygu og hurðar eru afturlatin ger lítlan mun.

Hesir partiklar treingja seg lættliga inn í kyknuvevna í lungunum. Teir eru luftbornir í upp til tríggjar vikur og eru aktivir í lungunum 40 ferðir longri enn partiklar frá tubbaksroyki - og vit vita øll, hvussu vandamikil tann roykurin er.

 

Relative Sizes of Particles and Comparison of Dimensional Units

1 micron is a millionth of a meter or 1 inch divided into 25,400 parts.

 Substance

 Micro-meters (microns)

 Inch

 90% of Wood smoke particles are smaller than

  1 micron

 0.00004

 Bacteria (average)

  2

 0.00008

 Red Blood Cell

  8

 0.0003

 Talcum Powder

  10

 0.0004

 White Blood Cell

 25

 0.001

 Human Hair

  70

 0.003

 Grain of Table Salt

 100

 0.004

 

Føroyar liggja mitt úti í Atlantshavinum, langt frá stórum ídnaðarøkjum við frískari luft, so langt sum eygað ber og harvið øllum fortreytum fyri heimsins bestu luft. Hetta er eitt av okkara størstu aktivum. Tí er harmiligt, at vit lata nøkur fá fólk dálka luftina hjá teim mongu.

Hendan dálking er óneyðug og kann tí ikki góðtakast. Brenniovnar eru uttan iva hugnaligir og kunnu harumframt vera ein fíggjarlig sparing. Men hugni og sparing eru ikki haldgóð argument fyri at seta heilsuna hjá øðrum í vanda. Fólkaheilsa kann ikki gerast upp í pengum.

Timburhandlarnir gera nógv burturúr at selja brenniovnar, nú oljan dýrkar, so talið av brenniovnum er ivaleyst alsamt vaksandi. Umhvørvisliga og fólkaheilsuliga er hetta eitt risa afturstig.

Sum ikki einaferð, so er Kalifornia undangonguland. Har síggja vit nú alsamt fleiri bann ímóti brenniovnum, peisum o.tíl. - heilt einfalt tí tað óneyðugt lækkar lívskvalitet og setur mannalív í vanda. Eisini í grannalondunum eru fólk so smátt farin at ressast. Fyrr ella seinni kemur rákið ivaleyst eisini hendan vegin.

Kanska er hetta okkara gylti møguleiki fyri at gerast undangonguland. Lat okkum virða rættin hjá tí einstaka at fylla lunguni við frískari luft og sum heimsins fyrsta land seta forboð ímóti brenniovnum. So ganga vit nøkur fet niðan grønu brekkuna.

 

Tórshavn tann 22. november 2007.

 

 

Keldur:

Burning Issues (US): HYPERLINK "http://burningissues.org/" "_blank" burningissues.org

Armidale Air Quality (AU): HYPERLINK "http://www.3sc.net/airqual/" www.3sc.net/airqual/

UK National Air Quality (UK): HYPERLINK "http://www.airquality.co.uk" www.airquality.co.uk

UK Health (UK): HYPERLINK "http://www.advisorybodies.doh.gov.uk/comeap/" www.advisorybodies.doh.gov.uk/comeap/

Environment (EU): HYPERLINK "http://europa.eu.int/comm/environment/air/index.htm" europa.eu.int/comm/environment/air/index.htm

WHO Regional Office for Europe (EU): HYPERLINK "http://www.euro.who.int/air" www.euro.who.int/air

Astma og Allergiforbundet (DK): HYPERLINK "http://www.astma-allergi.dk/" www.astma-allergi.dk