Nógv nýggj vitan er komin til vega, síðani Jóannes Rasmussen skrivaði stórverk sítt og sum hevur innivist í hvørjum tí einasta føroyska heimi. Og tað er hesa vitan, sum Simon Passey hevur savnað saman, og í góðum samstarvi við serfrøðingar innan jarðfrøði í útlandinum, hevur hann so sett út í kortið av nýggjum. Simon fer á oljuráðstevnuni at hitta starvsfelagar og lurta eftir mongu áhugaverdu fyrilestrunum, sum m.a. fara at snúgva seg um upphav Føroya so ella so. Ætlanin er at geva út eina nýggja bók um Føroya jarðfrøði vónandi í komandi ári. Bretski jarðførðingurin starvast dagliga á Jarðfeingi, har hann hevur fingið litið upp í hendi sera stóru men eisini spennandi uppgávuna at fylgja upp ella uppgradera vitan okkara um okkara egna land og uppruna tess.
Í sambandi við oljuráðstevnuna verður eisini upplýst, at næsta heyst frá 29. Til 30. august verður stór ráðstevna til minnist um Jóannes Rasmussen, sála við heitinum Jóannes Rasmussen Conference: Evolution of basaltic Provinces Jóannes Rasmussen er faðin at føroysku jarðfrøðivísindini og var fyrsti føroyingur sum fekk útbúgving sum jarðfrøðingur frá lærda háskúlanum í Keypmannahavn. Saman við lærara sínum Arne Noe-Nygaard, professara kortlegði hann stóran part av føroysku undirgrundini. Mest kendur er hann fyri bók sína Øldir og Upphav, sum hann eisini fekk M. A. Jacobsen virðislønina fyri. Hann var eisini upphavsmaðurin til føroysku stovnarnar, sum tóku sær av jarðfrøðini. Nú hava tey á Jarðfeingi so sett út í kortið av nýggjum og vilja við hesum fyrstu ráðstevnuni av sínum slag verða við til at heiðra minni um henda eina av okkara frægastu vísindamonnum.