Bretland koyrir Peter Mandelson frá sum sendiharra í USA orsakað av sambandi hansara við kynsbrotsmannin Jeffrey Epstein.
Tað boðar bretska uttanríkisráðið frá í dag, sambært tíðindastovuni Reuters.
Mandelson er ein royndur politikari úr Labour, sum hevði ein stóran leiklut í, at flokkurin kláraði seg so væl undir fyrrverandi leiðaranum, Tony Blair, sum tøttum ráðgeva.
Men tað hevur verið nýtt fokus á sambandið hjá honum við Epstein, eftir at ein bók við føðingardagsheilsan eftir øllum at døma vísir eitt bræv frá Mandelson til Epstein.
Í henni lýsir hann Epstein sum "mín besta kammerat".
Fleiri teldupostar eru eisini komnir út av millum annað tíðindastovuni Bloomberg.
Í einum telduposti - sendur dagin fyri, at Epstein skuldi fongslast í 2008 fyri at hava ført ung til skøkjuvirksemi - vísir Mandelson vreiði um tað, sum hann kallar órættvísi.
- Í ljósinum av eykaupplýsingunum í teldupostunum, sum Peter Mandelson hevur skrivað, hevur forsætisráðharrin biðið uttanríkisráðharran um at loysa hann frá sum sendiharra, upplýsir Uttanríkisráðið.
- Teldupostarnir vísa, at dýpdin og umfangið av sambandinum hjá Peter Mandelson og Jeffrey Epstein er munandi øðrvísi enn tað, sum var kent, tá hann varð settur, legði ráðið afturat.
Uttanríkisráðið sigur, at tað vóru "nýggjar upplýsingar", at Mandelson staðiliga legði upp til, at fyrsti dómurin hjá Epstein var skeivur og skuldi avbjóðast.
Mikudagin segði Mandelson, at hann angraði, at hann nakrantíð hevði hitt Epstein. Hann segði eisini, at sambandið helt fram "nógv longri" enn tað skuldi hava.
Tann fráboðanin tyktist í fyrstani at vera nóg mikið hjá bretska forsætisráðharranum, Keir Starmer, sum stuðlaði Mandelson í tjóðartinginum. Men Mandelson hevur síðani mist stuðulin frá stjórnini.
Mandelson var leingi limur í Undirhúsinum, hevur verið handilskommisserur í ES og hevur eisini verið vinnu- og handilsmálaráðharri í Bretlandi. Hann varð settur sum sendiharri í USA í fjør og byrjaði í februar í ár.
Jeffrey Epstein varð varðhaldsfongslaður í 2019 í einum víðfevndum máli um misnýtslu av ungdómi og menniskjahandil. Hann gjørdi sjálvmorð í einum fongsulskliva í New York sama ár.
Hann varð í 2008 dømdur fyri at hava biðið um ein ungdóm um skøkjuvirksemi og varð skrásettur sum kynsbrotsmaður.
Ritzau/Reuters