Eldraleikir eru eitt afturvendandi og vælumtókt tiltak, sum síðan 2024 hevur verið fyriskipað í felagsskapi millum Terapi eindirnar í Tórshavnar kommunu, Bú- og Heimatænastan Suðuroy, VEKS og NB Fysioterapi. Luttakararnir eru borgarar, ið vanliga taka lut í fyribyrgjandi venjingum.
Hetta er fyrstu ferð, at VEKS er vertur, og dagurin eydnaðist avbera væl. Kl. 10.00 vóru áleið 150 luttakarar savnaðir í Ítróttarhøllini á Eiði, har Sarita Vesturdal Vesturtún, terapeutiskur leiðari hjá VEKS, bjóðaði vælkomin. Síðani helt Páll á Reynatúgvu, stjóri hjá VEKS, eina røðu, áðrenn luttakararnir fóru í holt við 15 ymiskar postar í høllini.
Eftir kappingarnar fóru øll oman í Hólmahúsið á Eiði, har borðreitt var við góðum døgurða og drekkamunni. Tá úrslitini vórðu kunngjørd, gjørdist greitt, at tað vóru nólsoyingar, sum í ár vunnu heiðurin sum besta lið.
Dagurin endaði við einum frískligum gongutúri runt um vatnið.
VEKS takkar hjartaliga fyri góða uppmøting og gleðir seg longu til næstu ferð, Eldraleikirnir verða á skránni. Somuleiðis takkar VEKS Eiðis kommunu fyri stuðulin av ítróttarhøllini og Hólmahúsinum og Kirvi fyri leskandi brúsivatn.
##med2##
##med3##
##med4##
##med5##